Í gjár náddu vit ein mílastein, ið vit eru sera takksom fyri
Til Álaquiz í gjár bleiv limur nummar 200 í 2017 skrásettur. Tað var Signar Hilmarsson, ið bleiv limur nummar 200, og sum sæst á myndini saman við Árna Lisberg. Hetta er ótrúligt og vit í nevndini eru ótrúliga glað fyri tann stuðul, ið tit hava víst okkum og felagnum.
Vit vóna at allir okkara limir gera sær dælt av limaskapinum og koma til enn fleiri tiltøk. Seinra hálva av 2017 hevur nógv at bjóða og oktober máni er stúgvandi fullur við tiltøkum til øll.
Í oktober verða hesi tiltøk:
7. oktober vísa vit Landsdystin í fótbólti millum Føroyar og Letland.
10. oktober vísa vit Landsdystin í fótbólti millum Ungarn og Føroyar.
12. oktober verður politisk framløga.
15. oktober verður Kom & Spæl.
19. oktober er Game Night.
27. oktober verður Halloween Quiz.
November máni hevur eisini fleiri spennandi tiltøk, eitt nú Ladies Night og Jólaveitsluna.