Føroykst filmskvøld verður leygarkvøldið
Leygarkvøldið, 3. februar, kl. 20.00 (dyrnar lata upp kl. 19.00) verður eitt áhugavert tiltak í Álastovu. Hetta kvøldið verða føroyskir stuttfilmar vístir á stórskýggja. Ikki nokk við hesum, so verður eisini sjálvasti Andreas Høgenni, ið vann Geytan í 2015, til staðar hetta kvøldið. Andreas kemur at greiða frá um teir filmar, ið vístir verða, og høvi verður hjá luttakarum at seta Andreasi spurningar.
Skráin hetta kvøldið verður:
“Tunnan” – Jónfinn Stenberg & Jóannes Lamhauge
“Skuld” – Heiðrikur á Heygum og Jón Hammer
“Vetrarmorgun” – Sakaris Stórá og Ingun í Skrivarastovu
“Watching paint dry” -Gudmund Helmsdal
“Stina Karina” – Andrias Høgenni
Tiltakið er ókeypis fyri limir. Sostatt mugu tey, ið frammanundan ikki hava tekna seg sum lim og sum eru búsitandi í Aalborg, tekna seg sum lim, um tey ynskja at luttaka á tiltakinum.
Hetta er fyrsta av tveimum filmskvøldum, og seinna filmskvøldið verður 31. mars kl. 19.00. Meiri kunning um hetta tiltakið kemur seinni.