Næstan útselt til Ladies Night!
Leygardagin, 24 feb., er Ladies Night í Álastovu. Hetta er eitt vælumtøkt tiltak, sum einans er fyri kvinnulimir okkara. Tað er avmarkað nøgd, og tí er hetta ein áminning til tær, sum eru áhugaðar í Ladies Night!
Facebook posturin:
Hey Ladies! 💓
Nú byrjar at fyllast upp við fullari ferð! Um tit ikki hava melda tykkum til enn, so er at skunda sær!
Nú eru vit byrjaðar at finna teir bestu spurninganar til Qvinnu Quiz’ina, og vit kunna avsløra at tit m.a. burdu fari og terpa allar teir klassisku teknifilmanar sum vit allar kenna!🤔 🦁🧜♀️👑🐠
Fyri at vera við til tiltakið, skulla tit senda ein mail til alaborgfo@gmail.com, og upplýsa navn, oog um tú/tit eru limir, og vit fortelja tykkum so hvussu tit gera 💕
Tiltakið er ókeypis, men av tí at tað er avmarka atgongd til tiltakið, so krevja vit ein goymslugjald á 50. kr. sum tit fáa aftur, tá ið tit møta upp til tiltakið.
Vit gleða okkum til eitt ógloymandi kvøld, saman við tykkum!
Álaborg
So nú er einans eftir at onga sær eitt argongumerki, og vera við til eitt frálíkt kvøld saman við fleiri øðrum Qvinnum ;)!