Eyðstein Borgardal
Eyðstein Borgardal er 37 ára gamalur og er føddur og uppvaksin á Tvøroyri. Eftir 18 vetrar flutti hann av Tvøroyri og hevur búð mesta partin í Havn síðani. Hann er pápi at tveimum gentum, ið eru ávikavist 4 og 8 ára gamlar. Í 2014 flutti Eyðstein til Aalborg at lesa løgfrøði á Aalborg Universiteti. Eyðstein hevur lokið bachelor í løgfrøði og lesur nú bachelor í Anvendt Filosofi.
Eyðstein gjørdist í 2020 fyrstu ferð limur í eini nevnd – undanfarna nevnd í Álaborg – og honum tóktist tað spennandi og avbjóðandi. Eyðstein heldur, at ein felagsskapur sum Álaborg kann vera týðandi og gevandi fyri útisetar – bæði fyri útisetan, ið bert er í Danmark í styttri tíðarskeið, og fyri tann, ið hevur sett sær fyri at vera búgvandi.
Tá høvi beyðst at gerast virkin partur av hesum felagsskapi, vildi Eyðstein fegin stimbra og framhaldandi menna góðu gongdina í Álaborg. Eyðstein vildi fegin taka eitt tørn umaftur í nevndini av teirri orsøkini, at meir ella minni øll áhugamálini, ið hann vildi arbeiða við, gjørdist ikki gjørlig í 2020/21 orsaka av alheimsfarsóttini.