Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Gunn Zachariasen

Gunn Zachariasen

Gunn Zachariasen er (var) 26 ára gomul og ættað úr Kollafirði. Eftir loknað miðnámsútbúgving í 2012 flutti hon til Havnar og fór beinleiðis út á arbeiðsmarknaðin, har hon starvaðist í handli og stóð fyri m.a. vørubílegging og eitt sindur av bókhaldi.

Í 2014 byrjaði hon í læru í táverandi Eik Banka og bleiv bankalærd í 2016. Í lærutíðini fekk hon størri áhuga fyri búskapi, og fluttu hon og sjeikurin til Aalborg í 2017, har hon í dag lesur vinnulívsbúðskap (Erhvervsøkonomi á donskum) á Aalborg Universiteti.

Gunn hevur verið limur í Álaborg, síðan hon flutti niður, og hevur hon luttikið í fleiri av teimum nógvu ymisku tiltøkunum, sum føroyingafelagið skipar fyri. Hon gleðist um, at føroyingafelagið í Aalborg er í so stórum vøkstri. Hon valdi at stilla upp sum nevndarlimur, tí hon fegin vil vera við til at menna felagið og geva sítt íkast til at varðveita og styrkja karmarnar og samanhaldið, sum er ímillum føroyskar útisetar í Norðurjútlandi.

Gunn sat sum peningarøkil nevndarárið 2020/21 og hevði ábyrgdina av teimum peningaligu viðurskiftunum í felagnum.


Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1