Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Flaggdagshald 2020

Flaggdagshald 2020

Góðan flaggdag til tykkum, sum hyggja við

Nevndin fyri Álaborg ynskir at senda eina tøkk til Bryndis Í Dali, Terja Beder og Ólavur Á Váli fyri hugleiðing, røðu og sang.
Vit senda eisini eina tøkk til Martin Didriksen og Tróndur Fuglø, tøkningar, fyri at virka sjónbondini til.

Takk fyri, at tit góvu tykkum stundir til at menna hetta tiltakið.



1. Røðari) Bryndis Í Dali – fyrrv. forkvinna í Álaborg.
2. Røðari) Terji Beder – fyrrv. nevndarlimur í Álaborg.
Tónleikari: Ólavur Á Váli Olsen.


Bryndis Í Dali

Hey, limir í Føroyingafelagnum í Aalborg og øll onnur, sum eisini hyggja við. Nú mugu vit finna øðrvísi mátar at hátíðarhalda okkara flaggdag uppá, og eg fari at byrja við einum lítlum innslagi av eini lítlari søgu um, nær føroyska flaggið fyrstu fer flaggaði í Aalborg. Ella allar helst, tað er mín
teori.

Tað er soleiðis, at tað í dag eru 80 ár liðin, síðan flaggið bleiv viðurkent av bretum, sum okkara Merkið. Í Aalborg varð eitt føroyingafelag stovnað stutt eftir í 1944. Hetta felag var fyri allar føroyingar í Norður Jútlandi. Tað var serliga tí, at kríggið hevði herjað á í nøkur ár, og so longdust føroyingum eftir at samskifta á sínum móðurmáli og eisini at deila og skifta orð um tíðindi, sum tey høvdu úr Føroyum. Tá tey møttust, sungu tey altíð úr songbók Føroyafólks, og á hesi myndini (mynd), ið var prentað í Aalborg Stifttidende í 1944, sæst, at Merkið fekk eitt heiðurspláss við borðið, tá ið limirnir møttust. Og tað var hóast, at tað ikki varð viðurkent av donsku stjórnini fyrr enn í 1948. Á myndini sæst Ingolf Jacobsen, formaðurin tá og stovnarin av felagnum. Hann situr við borðendan, og við síðuna av honum situr ein annar stovnandi limur, skipasmiðurin, Daniel J. Holm. Vit kennast ikki við restina av fólkunum, so um tit kennast við tey, er endiliga at siga okkum ella felagnum frá.

Tað var seinni, at ein nýggjur formaður var í felagnum, sum æt J.P. Joensen. Hann var skúlainspektørur. Felagið var í 1949 til ein fund, í tí sum tey kallaðu fyri Kilden tá. Kilden tað var eitt stórt undirhaldshús, og tað húsaði nógvum tiltøkum, og tað var eitt sovorðið miðpunkt í Aalborg um hatta leiti. Uttan fyri inngongdina (mynd) veittraðu øll tey norðurlendsku fløggini, uttan føroyska Merkið. Tit kenna kanska staðið Kildeparken, og tað var har navnið stavaði frá. Til hendan fundin í Kilden tók J.P. Joensen eitt føroyskt flagg við sær. Hann spurdi tey, um tey vóru áhugað í at flagga við tí, og tað vóru tey. Og í dagblaðnum í 1949 skrivaði J.P. Joensen:

”Í summar veitrar alstórt føroyskt flagg hvønn dag uttan fyri høvuðsinngongdina á hesum víðakenda stað, javnsíðist við øðrum norðurlandafløggum. Til hetta koma ferðafólk í hópatalið úr øllum londum”

So sigast kann, at Føroyingafelagið í Aalborg eisini hevur varpað ljós á føroysk viðurskifti og gjørt sítt fyri at fáa tað føroyska flaggið víst fram.
Tað var bert við hesi lítlu søgu, at eg ynski at ynskja øllum tykkum ein góðan flaggdag. Eg vóni, at tit passa væl uppá tykkum øll. Og kanska, at vit síggjast til flaggdagin í næsta ár.


Terji Beder

Flaggdagshald, samanhald,
sóttarhald, tamarhald.
fráhald, afturhald,
viðhald, framhald.

Góðu áhoyrarar.

Í dag er flaggdagur, sum vanliga er ein dagur, har vit koma saman at heiðra Merkið. Í Føroysku bygdunum koma bygdafólk saman, í Havn savnast fólk á Vaglinum og í Danmark koma føroyingar saman í føroyingafeløg runt í landinum, og hava samkomu við hvørjum øðrum.

Í ár er annaleiðis. Ongin kórsangur, onki hornorkestur, ongi marsjerandi ítróttarfeløg og skótar, og ongin felagsskapur, sum vit kenna hann. Í ár sita vit heima, hjá okkum sjálvum, avbyrgd og við sosialari frástøðu.

Álaborg hevur undir farsóttini skipa fyri ymiskum tiltøkum á netinum, sum hava verið nógvum av okkum til stóra gleði. Takk fyri tað. Tá so fyriskipararnir spurdu, um eg kundi halda flaggrøðuna í ár, kundi eg ikki annað enn at taka ímóti áheitanini.

Eg ynskti sjálvandi at stuðla felagnum við teirra talgildna undirhaldi. Haraftrat skal sigast, at eg hóast alt eisini eri av Kambsdali, ella Fuglafirði, sum er vinabýur við Aalborg og at eg eri fyrrverandi nevndarlimur í føroyingafelagnum. So tað at halda eina slíka røðu, tóktist sømuligt, og eg kendi meg ikki til at biðja mær undan. Hetta álitið vil eg eisini takka felagnum fyri.

Í ár eru 80 ár liðin, síðan bretski herðurin viðurkendi Merkið sum flagg føroyinga, sum avleiðing av at Danmark varð hersett av Týsklandi. Føroysku skipini kundu tí ikki sigla undir donskum flaggi, men komu at sigla undir reyðu, bláu og hvítu litunum. Hesa søguna kenna vit, men hyggja vit at hvør orsøkin var til heimsófriðin sum herjaði, mugu vit bakka til eina tíð, sum uppá nógvar mátar er at sammeta við tær umstøður, sum vit uppliva í dag.

Ein fyrrapart í mai, 1932, í lítlu bygdini Marienthal, stutt uttanfyri Wien í Eysturríki, stóð ein maður uppat sínum húsum og stardi. Hann hevði nakrar tímar frammanundan avlevera børnini í skúlanum, og hóast tað ikki ljóðar av nógvum, var hann nú liðugur við dagsins gerning. Hann hevði nevniliga onki at takast við restina av degnum, tí samfelagið hann livdi í, var hart rakt av langtíðar hóparbeiðsloysi, sum tá hevði staðið á í útvið trý ár.Samfelagið stóð stilt, og maðurin var, eins og hinir, fastur í sínari arbeiðsloysisstøðu. Summir av hansara grannum vóru fluttir úr økinum, og summir høvdu leita sær leiðina til Fraklands og til Ruslands, fyri at royna sær eydnuna. Støðan í Evropa um hetta mundið var tó soleiðis, at arbeiðsloysi var eitt útbreitt
fyribrigdi, sum hevði rakt nógv av londunum. Hesi, sum vóru farin uttanlands at leita sær eydnuna, høvdu miseydnast, og boðini frættust skjótt í bygdini, at støðan aðrastaðni var tann sama sum í Marienthal. Tí valdu íbúgvarnir í stóran mun at verða verandi í bygdini.

Sum ein segði tað: “her blivu vit arbeiðsleys og her bíða vit eftir betri tíðum. Tí hvør veit hvussu tað mann eydnast okkum á einum øðrum stað?”.

Íbúgvarnir í Marienthal vóru sostatt í einari støðu, sum ikki einans gjørdi seg galdandi lokalt, men arbeiðsloysi hevði fingið sínar fastatøkur í restini av Evropa eisini. Á sama hátt sita vit í dag innibard av Korona, í Føroyum og í Danmark, eins og heimurin er tað. Hóast summi lond eru nógv harðari rakt enn onnur, eru vit øll onkursvegna í sama báti, har vit standa yvir fyri sama álvara.

Stóra arbeiðsloysi í Marienthal hevði vakt áhuga hjá granskarum, sum nú vóru komnir at kanna hvørjar avleiðingar hóparbeiðsloysi fór at hava. Fóru íbúgvarnir at gera uppreistur? Fóru teir at verða raktir av máttloysi? Ástøðuni peikaðu hvør sín veg, men eftir eitt trý ára langt sosiologiskt granskingararbeiði var niðurstøðan greið. Hóparbeiðsloysi elvdi til passivitet og máttloysi.

Korona hevur sett síni spor í okkara samfelag. Arbeiðsloysi, sum vanliga er millum tað lægsta í vesturheiminum, er nú hækkandi og fleiri eru farin undir hjálparpakkar og í arbeiðsloysisskipanir, sum fyribils eru settar í heimin, fyri at bjarga okkum undan farsóttini og tess avleiðingum. Tað kunnu vit gleðast um.

Mong hava ongantíð uppliva at gingið arbeiðsleys og kenna ikki til hetta at ganga fyri onki. Summi njóta pausustøðuna, meðan onnur hava verri við at trívast. Hóast har eru nógvar samanberingar at gera, er ikki alt hjá okkum, sum kann sammetast við støðuna í Marienthal.

Okkara samfelag hevur einans ligið stilt í hálvan annan mánað, sum merkir, at vit hóast alt ikki eru troyttaði endaleyst í hesari støðuni, og tað hevur sín leiklut. Arbeitt verður í løtuni við at opna samfelagið aftur, og tað birtir vón. Vit liva eisini við einari vælferð, sum er nógv hægri enn tann hjá Marienthalarunum. Hetta er avgerandi, tí ein av niðurstøðunum sum granskarnir eisini komu til var, at ein ávísur fíggjarligur stabilitetur og eitt ávíst livistøði mótvirkaði máttloysinum. Tí eru sosialu veitingarnar hjá okkum, sum lofta teimum hart raktu, mótvirkandi fyri maktarloysið. Vit uppliva ikki eitt umfatandi samfelagsligt máttloysi, men eitt samfelag, sum stendur saman. Vit síggja dag og dagliga sjálvbodnar kreftir hjálpa hvørjum øðrum at keypa inn og við øðrum átrokandi tænastum.

Summi opna hurðarnar fyri sóttarhaldsgestum, og fara í sóttarhald saman við teimum, onnur lána út hús og heim, so tey ferðandi hava onkrastaðni at avbyrgja seg. Hjálpin stendur við dyrnar, tað hava vit ásanna á facebook, har fólk melda seg til reiðar at hjálpa fólki, sum tey ongantíð hava møtt. Alt í einum samhaldsføstum anda, sum eyðkennir okkum sum tjóð. Andin, sum vit seta í samband við Merkið.

Tann støðan vit nú eru í, tvingar okkum at steðga á. Vit reflektera, hyggja inneftir og lurta. Vit gera okkum stundir til at taka fatur á teimum uppgávum, okkum hevur ligið á láni. Vit hava gleðisløtur saman við børnum – stundir, sum vit ikki hava havt, orsaka av gerandisresi og dagligum skyldum. Hetta er nakað, sum børnini koma at minnast sum nakað serligt, eins og vit kunnu minnast aftur á serligar løtur í okkara barnaminnum, við eitt nú ovurstórum stórkava, langtíðar streymsliti ella líknandi óvanligum
hendingum. Tey koma at spyrja “mamma, minnist tú tá vit plagdu at fara í fjøllini?” ella “babba, minnist tú hinaferð, vit gjørdu pannukøkur hvønn morgun?”

Slíkar óvanligar hendingar brenna seg í minnini hjá okkum øllum, og fastfrysta eina samfelagsliga løtumynd, har vit minnast í smálutir. Spyr onkur teg hvar tú vart, tá ið Mette Frederiksen ella Bárður á
Steig Nielsen stongdu samfelagið undir koronatíðini, verður tú helst skjótur at svara. Um spurt verður hvør samgonga sat í 2020, hvør støðan var við ítróttini ella hvør var forseti í USA, renna tankarnir aftur til Koronatíðina, tá ið alt var so undarligt. Kanska fer onkur enntá at minnast, at tað var árið, tá ið 80 ár vóru liðin, síðan Merkið fekk sína viðurkenning. Hvør veit?

Tá ið Korona er av, hava vit tá lært nakað? Tað vóni eg at vit hava. Eg vóni at vit fara at minnast samveruna, vit høvdu við okkara børnum, og at vit koma at stremba eftir at skapa fleiri minnisverdar løtur

Eg vóni at okkara royndir í sóttarhaldi fer at minna okkum á tey eldru, sum sita nógv fyri seg sjálvan í einari sóttarhaldslíknandi støðu, og at hetta fer at gera okkum raskari at vitja ommur og abbar.

Eg vóni, at vit fara at hugsa aftur á okkara heilsurøktararnar, heilsurøktarfrøðingar og fólk í heilsuverkinum annars, sum hava sett seg sjálvan í smittuvanda, so at vit skulu kenna okkum trygg.

Eg vóni at vit fara at minnast á hvønn týdning námsfrøðingar og lærarar hava í okkara dagligdegi, nú vit bráddliga skuldu klárða okkum fyriuttan.

Eg vóni at vit fara at minnast støðuna, tá vit bráddliga vóru arbeiðsleys, og at vit við hesum royndum koma at skilja tann arbeiðsleysa betri, tá ið dagligdagurin aftur byrjar.

Eg vóni at politiska skipanin fer at taka hesar royndir til eftirtektar, og at politiska landslagið fer at avspegla okkara upplivingar.

Gera vit tað, tá standa vit sterkari saman undir merkinum.

Takk fyri, góðan flaggdag og alt tað besta framyvir til tykkum har úti.

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1