Páskagudstænastan 2020
Klosterkirken, ið er ein partur av Aalborg Kloster, liggur beint við CW Obels Plads mitt í hjartanum av Aalborg býi. Aalborg Kloster, eisini nevnt Helligåndsklosteret, varð sett á stovn í 1431. Klosterkirken varð fyrst bygt í 1681 og varð útbygd í 1897, og stendur hon í sama skapi í dag. Í 2009 var farið undir stórar umvælingar, og kirkjan stóð klár aftur í 2010.
Klosterkirken hoyrir til Buldolfi kirkjusókn og kirkjuráðið í dómkirkjuni, Budolfi Kirke, stendur fyri at røkja tær kirkjuligu tænasturnar í Klosterkirken.
Klosterkirken hevur verið kirkja fyri føroyingar í Aalborg og Norðurjútlandi í 25 ár. Í 1995 fekk Lisbeth Solmunde Michelsen, prestur, eina avtalu í lag við kirkjuráðið í Budolfi Kirke um at halda føroyskar páska- og jólagudstænastur hvørt ár. Hetta hevur verið fastur táttur líka síðan.
Við í hesari grein er upptøkan av ársins Páskagudstænastu, við Lisbeth presti, úr Klosterkirken.
Nevndin fyri Álaborg ynskir at senda eina tøkk til Lisbeth Solmunde Michelsen, prest, Martin Didriksen, tøkningur, Tróndur Fuglø og Mikkjal Olsen, upptøkufólk, og KVF fyri sálmaupptøkurnar.
Gleðiligar páskir, øll somul.