Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Filmsýning á Álastevnu

Filmsýning á Álastevnu

Føroyski leikstjórin, Andrias Høgenni, fer at sýna føroyskar stuttfilmar á Álastevnu 2018.

Føroyska filmsvinnan er vaksin ómetaliga nógv tey seinastu árini, og hvørt ár verða enn fleiri filmar framleiddir í Føroyum ella av føroyingum. Andrias fer at vísa okkum ein fjølbroyttan hóp av filmum, sum eisini avspegla stóru menningina innan føroysku filmsvinnuna í dag.

Stuttfilmarnir verða vístir í konsertsalinum, Hybrid, leygardagin og sunnudagin. Sí skrá niðanfyri:

     

Leygardagur 22. sept. kl. 16:00-18:00

Munch: 14 min
Myndamálarin 5 min
111 gódir dagar 26 min
Alda 7 min
Kom og dansa 15 min
Loyniligur filmur 20 min

Tilsamans: 1 tími og 27 minuttir

Sunnudagur 23. sept. kl. 12:30-14:00
Et knæk 19 min
Tunnan 28 min 
Aarslev Enge 38 minuttir

Tilsamans: 1 tími og 25 minuttir


Gevið gætur, tað eru einans uml. 60 sitipláss í Hybrid

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1