Søguligir fyrilestrar á Álastevnu
Sámal Tróndur F. Johansen, stjórin á Tjóðskjalasavninum í Føroyum, heldur tveir søguliga áhugaverdar fyrilestrar á Álastevnu.
Leygardagin 22. sept. kl. 11:30-12:15
Tá ið Pól hitti prinsin – ein ferðafrásøgn frá 1836:
Í 1836 ferðaist bóndin Poul Joensen av Eiði (Pól á Látrinum) til Danmarkar, at vitja fólk hann kendi. Frá hesi ferð skrivaði hann dagbók. Henda dagbók, sum er ring at lesa hjá vanligum fólki, hevur síðani ligið goymd burtur uttan at almenningurin hevur havt møguleika at hoyra um hesa ferð. Nú er dagbókin so skriva av. Í dagbókini skrivar Pól niður um sínar upplivingar og sínar hugsanir um tað hann sær og upplivir. Fyrst verður greitt frá arbeiðinum at skriva av og greina dagbókina, síðani verður greitt frá yvirskipa um ferðin hjá Pól á Látrinum, og at enda verða tiknar fram nakrar av upplivingum sum Pól á Látrinum hevði á túrinum, m.a. um tá Pól hitti krúnprins Frederik (seinni Frederik VII) á krógvuni ’Kryb i Ly’ uttanfyri Fredericia.
Sunnudagin 23. sept. kl. 11:30-12:15
Eitt stríð um makt og leysingabørn síðst í 1700 talinum:
Í 1788 átti ein ógift arbeiðsgenta, Dorothea Wenningsted, eitt barn. Løgmaður varð lagdur út sum pápi at barninum. Tí varð løgmaður stevndur fyri ting (rættin) í sokallaðum legumáli. Hetta setti gongd í eitt stríð millum løgmann og onnur embætisfólk á tingi.
Fyrilestrarnir fara fram í konsertsalinum, Hybrid, í Huset i Hasserisgade 10. Tað eru uml. 60 sitipláss í Hybrid.