Eyðstein Borgardal: vón um at styrkja samanhaldið millum føroyingar í Aalborg.
G’day øll! Mítt navn er Eyðstein Borgardal og eg eri 37 ára gamal.
Eg stillaði av fyrstan tíð upp til nevndina í 2020. Tað árið var tó ógvuliga avmarkað og merkt av koronastøðuni í Danmark. Av tí sama vildi eg fegin royna 1 ár afturat í nevndini, fyri at vita hvussu tað var, tað samfelagið ikki var eins merkt av korona avmarkingum.
Tað vóru nøkur mál, ið eg fegin vildi náa sum nevndarlimur, men tað havi eg ikki megnað enn, tíverri. Hetta er mál sum t.d. at hava føroyskan dans sum ein møguleika fyri føroyingar í Aalborg; at hava ymsik politisk tiltøk fyri at stimbra kjakmentan millum lesandi og føroyingar í Aalborg; og at skipa fyri ymiskum “vísindavøka” líknandi tiltøkum.
Til nevndarárið 21/22 byrjaði eg sum næstformaður, men bleiv seinni formaður, tá fyrrverandi forkvinnan, Jóhanna Ortind, flutti til Føroyar. Og í hesi tíðini, hava vit skipa fyri einu rúgvu av tiltøkum, har undirtøkan – og “tað góða lagið” – aloftast hevur verið sera góð til størri tiltøkini. Mær hevur dámt, at møta nýggjum føroyingum í Aalborg og at møta “eldri” meira kend andlit her eisini.
Mín vón er, at við at kunna skipa fyri tiltøkum, kann Føroyingafelagið vera við at styrkja samanhaldið og felagsskapin ímillum føroyingar á staðnum her. Ikki bara, at tað er gott at síggjast til veitslur og gildi, men at tað knýtast nakrar meiningsfullar relatiónir, ið kunnu gera lestrarlívið ella útisetalívið ríkari og betri.