Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Ræstkjøtaveitslan 2022

Ræstkjøtaveitslan 2022

Leingi er tað, ið væl skal vera!

Eftir ein tvey-ára steðg, har ongin ræstkjøtaveitsla hevur verið, venda vit nú aftur við einum braki. Vit hava leiga okkum veitsluhølið Høloftet, ið liggur á Øster Sundby Vej 15, ið hýsir 90 fólkum – og bílagt 100 kg. av røstum kjøti! Vit síggja fyri okkum, at øll skulu vera (væl og virðiliga) mett og vóna, at tað leggja lunnar undir eina veldiga veitslu.

Vit hava fingið eitt húsorkestur til kvøldið, at taka sær av felagssanginum og aftaná borðhaldið fara The Kitty’s at spæla til dans. The Kitty’s er eitt ungt orkestur frá Aalborg, har tveir av tónleikarunum eru føroyingar.

Vit fara at hava barrina opna og selja (sjálvandi) føroyskar øl til tiltakið.

Veitslan kostar 200 kr. Dyrnar opna kl. 18 og farið verður til borðs kl. 19.

Atgongumerki kunnu keypast her: https://billetto.dk/e/raestkjotaveitslan-hja-foroyingafelagnum-i-aalborg-2022-billetter-615170

Fyri at vera við til veitsluna krevst limaskapur í Føroyingafelagnum í Aalborg. Tað ber til at tekna seg sum lim her: https://alaborg.fo/limaskapur/

Um tað er trupulleikar við leinkjuni, ber eisini til, at seta seg í samband við okkum á teldupostinum alaborg@alaborg.fo ella at skriva til okkum á sosialu miðlunum.

Vit eru so spakuliga farin at munga og gleða okkum nógv. Vónandi koma vit at síggja mong kend og nýggj andlit har.

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1