Christmas Child Aalborg
Føroyingar í Norðurjútlandi hava í ár møguleika at lata skógvaeskjur til børn í Moldova inn í Aalborg. Christmas Child Aalborg skrivar soleiðis á Facebook:
Christmas Child er eitt tiltak, sum seinastu árini hevur glett børn kring heimin, við at geva teimum eina skógvaeskju við gávum. Børnini fáa eskjuna um jólini. Ein skógvaeskja broytir ikki heimin, MEN hetta hevur havt alstóran týdning fyri mong børn kring heimin.
Hvørt ár verða yvir 11 milliónir skógvaeskjur latnar børnum í 130 londum. Í ár fara eskjurnar til Moldova.
Sjálvboðin fólk og felagsskapir hava síðan 1993 savnað eskjur saman, og hevur Føroyar verið partur av hesum í nógv ár. Sum nakað nýtt er tað í ár møguligt at geva eina eskju, hóast man er búðsitandi í Aalborg. Vit vóna, at fleiri vilja gleða eitt barn í Moldova við at geva skógvaeskju.
Fram til 20. oktober 2019 verður møguleiki at pakka ein skógvaeskju, sum verður send til Føroyar og hiðani send til eitt barn í Moldova.
Møguligt verður at lata skógvaeskjurnar inn í samband við sunnudagsskúlan í Álaborg, sunnudagin 13. oktober. Kl. 11.00 og eftir sunnudagsskúlan kl. 12.00. Eisini verður møguligt at lata eskjurnar inn onnur tíðarskeið. Nærri kunning um hetta kemur seinni.
Fylgið Christmas Child Aalborg á Facebook HER
Fyri at fáa meira kunning um Christmas Child Føroyar, er møguleiki at vitja heimasíðu teirra: http://www.christmaschild.fo