Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Jólaveitslan 2019: sølan byrjar á midnátt

Jólaveitslan 2019: sølan byrjar á midnátt

23. november 2019 verður árliga jólaveitslan hjá Føroyingafelagnum í Aalborg. Veitslan verður hildin í lekkru hølunum hjá Viva Bolig á Kayerødsgade 43, 9000 Aalborg.

Atgongumerkjasølan byrjar 8. Oktober kl. 00.01 og endar, tá ið tað verður útselt (í seinasta lagi 8. November kl. 23.59). Tað er avmarkað atgongd.

KEYP ATGONGUMERKI HER

 

Matskrá, tónleikari, undirhald, lutaseðlavinningar o.a. verður avdúkað á Facebook og heimasíðuni seinni.


Vit vilja gera vart við, at limaskapur í føroyingafelagnum í Aalborg er kravdur fyri bæði bílegging av atgongumerki og luttøku á jólaveitsluni 2019. Limaskapur kann teknast her
https://alaborg.fo/limaskapur/ og gjaldast via Mobilepay, bankaflyting ella kontant til eitt av tiltøkum felagsins áðrenn jólaveitsluna. Limaskapur verður fornýggjaður hvørt ár, og limaskapur fyri seinnu helvt av 2019 kostar einans 75 kr. 


við veitslukvøðu

Nevndin

 


Tey, ið ynskja at hjálpa til til veitsluna, eru vælkomin at seta seg í samband við nevndina. Hetta kann vera alt frá at gera klárt, køkshjálp, baka smákøkur, standa í barr og rudda/vaska hølini. 




Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1