Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Álaquiz í Gaden: Í kvøld

Álaquiz í Gaden: Í kvøld
So er tað í kvøld, at Fabrikken opnar dyrnar fyri okkum føroyingum, og bjóðar øl og sjuss fyri kr. 20 í 2½ tímar!
 
Sum nakað heilt kul og nýtt og alt hatta har, so hava vit ikki bara ein men TVEIR quizmeistarir í kvøld! Barbara Eysturoy og Henný Rógvadóttir gleða seg, til at undirhalda tykkum í nakrar tímar og hava fyrireika 30 spurningar (tó, um vit kanska bert náa 20) til tykkum, har tær fara at spyrja um alt frá Disney til føroysk viðurskifti.
 
Fyri at geva tykkum eitt lítið hint, og soleiðis tit kunnu lesa uppá til tann – allarhelst – ringasta spurningin, hava tær sent okkum ein part av spurninginum, ið vit fara at deila við tykkum: “Í síðstu viku heiraði Amerikanski presidenturin, Donald Trump, ein militær hund, ið bleiv skaddur undir eini atsókn í miðeystri, har ið leiðarin hjá ISIS doyði.” Kom á Álaquiz í kvøld klokkan 19:30, so skalt tú hoyra restina av spurninginum.
 
Vit gleða okkum, at síggja tykkum ❤️❤️❤️

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1