Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Jólaveitlsan er útseld!

Jólaveitlsan er útseld!

Dagført: Í dag vórðu 25 tey seinastu atgongumerkini seld. Tað varð útselt kl. 17.45 – 4 dagar áðrenn freistina. 

 

23. november 2019 verður árliga jólaveitslan hjá Føroyingafelagnum í Aalborg. Veitslan verður hildin í lekkru hølunum hjá Viva Bolig á Kayerødsgade 43, 9000 Aalborg.

Dyrnar opna kl. 18.00, og vit setast til borðs kl 19.00. Veitslugestir hava tí høvi at taka felags-, par- og einamyndir millum kl. 18.00-19.00. 

Til Jólaveitsluna fáa vit eina forkunnuga matskrá, sum kokkarnir Birgir og Bjarki hava fyrireikað og matgjørt (Sí matsrkánna her). Afturat tí tríva vit í songhefti og syngja allar teir góðu gomlu slagararnar saman við Árna og Martini, sum spæla undir. Traditionen tro sláa vit ring eftir borðhaldið og síðani spælir sjálvasti Jens Marni Hansen til dans til tann ljósa morgun! 

 

Jólaveitslan varð útseld 4. nov. kl. 17.45

*Verða atgongumerkir seld víðari, biðjast tit vinaliga boða okkum frá, soleiðis vit kunnu broyta nøvnini á gestalistanum og eftirkanna limaskap. **Vit gera ein bíðilista, so tit eru vælkomin at skriva til okkara fyri at vita, um nakar bíðar eftir atgongumerki. 

 

við veitslukvøðu

Nevndin

 


Limaskapur er krav fyri bílegging og luttøku á ársins jólaveitslu. Limaskapur kann teknast her og kostar 75,- fyri seinnu helvt av 2019. Veitst tú ikki limanummar títt, kanst tú venda tær til Álaborg á Facebook ella á  alaborg@alaborg.fo.


 

 

 

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1