Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Aðalfundur felagsins verður 5. mars 2022

Aðalfundur felagsins verður 5. mars 2022

Leygardagin 5. mars kl. 11 verður árligi aðalfundurin hjá Føroyingafelagnum í Aalborg.

Føroyingafelagið bjóðar øllum vælkomnum til árliga aðalfund felagsins tann 5 mars kl. 11 í hølum okkara á Mylius Erichsens Vej 165A.

Aðalfundurin er týdningarmiklasta tiltakið hjá Álaborg, har nevndin fyri komandi árið verður vald og spurningar ella ivamál um rakstur av felagnum kann takast upp til kjak.

Sitandi nevnd og hjálparfólk bjóða øllum luttakandi til ein “morgunmat” frá kl. 11.00. 
Á aðalfundinum verður m.a.:
– formansrøða, har formaðurin tekur samanum árið 2021.
– peningarøkilin hevur framløgu av roknskapinum 2021.
– val av nýggjari nevnd og tiltakslimum.
 
Tað er gjørligt hjá øllum limum, ella komandi limum, í Álaborg, at stilla upp til nevndarval og gerast ein týdningarmikil liður í menningini av Álaborg – og heita vit á tykkum, at umhugsa at stilla upp. Nýggj andlit við nýggjum hugskotum og nýggjum áræði eru altíð vælkomin!
 
Hevur tú spurningar til nevndararbeiðið ella sjálvboðið arbeiði í felagnum, ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við sitandi nevnd.
 
Afturat tí eru øll vælkomin at senda inn uppskot til broytingar, tiltøk o.l. í felagnum til alaborg@alaborg.fo.
Uppskot í samband við aðalfundin skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 1. mars.
 
Møtið fjølment!
Vit síggjast!

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1