Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Álastevna – 40 ára hald í Huset i Hasserisgade

Álastevna – 40 ára hald í Huset i Hasserisgade

Í ár eru 40 ár liðin síðan endurstovnanini av føroyingafelagnum í Aalborg í 1978. Í hesum sambandi skipar felagið fyri eini føroyskari mentanarstevnu 22 til 23 septembur!

Endaliga skráin verður kunngjørd seinni, tá ið tær síðstu fyrireikingarnar eru gjørdar. Men her er ein brellbiti av tí, ið tit kunnu gleða tykkum til at uppliva.

Føroyskur marknaður

Felagið skipar m.a. fyri føroyskum marknaði, har tað verður møguligt at keypa føroyskar dygdarvørur, matvørur, list og hondverk, sum eru framlagdar av einstaklingum og fyritøkum við tilknýti til Føroyar.
Áhugin fyri at hava ein marknaðarbás til tiltakið er stórur, og tað er avmarkað pláss í garðinum í Huset. Ynskir tú at selja tínar vørur á stevnuni, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við okkum á okkara Facebook vanga: ‘Álaborg’ ella senda mail til alaborg@alaborg.fo.

Listaframsýning

Listamaðurin og dreyarin Joel Cole, sum í 30 ár hevur ferðast til og búð, í føroyum, hevur framsýning á stevnuni. Cole bleiv í ár partur av tí altjóða Economusée netverkinum, sum merkjur at hann sum handverkari og listamaður savnar seg inn á siðvenju, søgu og dygdar handverk í sínum arbeiði. Hansara listaverk eru framleidd úr burðardyggum træði, ið er heinta og fingið til vega úr øllum krókum í heiminum. Tað verður eisini møguligt at ogna sær eitt av hansara framúr vøkru lutum á stevnuøkinum.

Føroyskur dansur

Við hollari vitan innan føroysk kvæði fer Dansifelagið Fótatraðk at koma og vitja okkum og skipa føroyskan dans á stevnuni. Álaborg hevur altíð roynt sítt besta við at skipa fyri føroyskum dansi til tiltøk, men tað hevur ikki eydnast felagnum at funnið skipara til føroyskan dans tey seinastu árini. Við hesi forkunnugu vitjan av Fótatraðk, kunnu vit møguliga fáa í lag at stovna eitt dansifelag í Norðurjútlandi. Um hetta hevur tín áhuga, so er at seta seg í samband við okkum nú ella á stevnuni, har øll nevndin verður at hitta.

Føroyskur matur

Við góðum samstarvi millum Føroyingafelagið, Huset i Hasserisgade og kokkin Birgir Due Sørensen Dalsfoss, verður møguligt at keypa sær føroyskan mat á stevnustaðnum. Matskráin er ikki avdúkað enn, men tað verður við matur, úr tilfarið ið vit øll kenna aftur frá heimlandinum. Bjóðið tykkara føroysku og donsku vinfólkum ein túr framvið Huset i Hasserisgade 10 til at uppliva mentanararv okkara.

Føroysk filmssýning

Felagið fær eisini vitjan av Andriasi Høgenni, ið kemur at sýna fram føroyskar stuttfilmar, ið eru framleiddir tey seinastu árini. Føroyska filmsvinnan er vaksin ómetaliga nógv tey seinastu árini, og hvørt ár verða enn fleiri filmar framleiddir. Andrias fer at vísa okkum ein fjølbroyttan hóp av filmum, sum eisini avspeglar tí stóru menningina í føroysku filmsvinnuni í hesum døgum.

Føroysk gudstænasta & sunnudagsskúli

Skipað verður fyri føroyskum sunnudagsskúla, har lisið verður upp fyri børnunum úr barnabíbliuni og lovsangur sungin saman við teimum.

Aftaná skipar føroyski presturin Lisbeth Solmunde Michelsen fyri áhugaverdari alternativari gudstænastu, sum verður eitt stórt upplivilsi fyri øll. Um veðrið og umstøðurnar eru til vildar verður gudstænastan hildin uttanfyri Huset i Hasserisgade, annars verður hon inni í konsertsalinum. Aftaná bjóða vit øllum ein drekkamunn.

Hugskot

Um tú hevur eitt gott hugskot til okkurt tiltak á stevnuni, ella um tú hevur áhuga í at hjálpa okkum á stevnuni, so er bara at seta teg í samband við okkum! Vit hava stóran tørv á hjálparfólki, so øll hjálp er kærkomin; alt frá at baka eina kaku til at standa ein tíma og selja lutaseðlar. Ring ella skriva til Bryndis á 42476455, ella send mail á alaborg@alaborg.fo.

Við veitslukvøðu

Nevndin

Stuðlar: 

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1