Skráin fyri sunnudagsskúlan í Álaborg
Endiliga byrjar føroyski sunnudagsskúlin aftur í Álaborg.
Sunnudagsskúlin verður annaðhvønn sunnudag (t.e. í støku viku) frá kl. 11.00-12.00 í hølum okkara á Forschhammersvej 5-7, Aalborg. Dyrnar lata upp kl. 10.45.
Á sunnudagsskúlanum syngja vit lovsong, lesa úr barnabíbliuni og gera møguligt bólkaarbeiði, um undirtøkan er til tess. Aftaná skúlan fáa tey vaksnu ein kaffimunn, og børnini spæla spøl.
Fyrsti sunnudagsskúlin verður longu næsta sunnudag 2. september. Aftaná hendan fyrsta sunnudagsskúlan bjóðar Álaborg børnunum frokost, og síðani verður farið á skattaveiðu við børnunum kl 13.00.
Hesar dagar hava vit sunnudagsskúla:
Sunnudagin 2. September
Sunnudagin 16. September
Sunnudagin 30. September
Sunnudagin 14. Oktober
Sunnudagin 28. Oktober
Sunnudagin 11. Novembur
Sunnudagin 25. Novembur
Sunnudagin 9. Desembur
GG. Broytingar kunnu koma fyri; tískil mæla vit tykkum altíð til at kanna á Facebook og heimasíðu okkara, áðrenn farið verður á sunnudagsskúla.
Harafturat vilja vit minna tykkum á, at øll børn, sum ganga í sunnudagsskúla, skulu vera limir í Álaborg.
Limaskrásetan kann gerast HER, og tað kostar einans 5 kr. at gerast limur í 2018.
Hava tit spurningar og uppskot til sunnudagsskúlan, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við stigtakararnar HER.
Nevndin
Comments