Lækni
Tá ið tú flytur til Aalborg kommunu, fært tú ein fastan lækna. Eru fleiri læknar tøkir, sleppur tú sjálv/ur at velja lækna. Hetta gert tú á www.borger.dk.
Best er at tú fært tær ein lækna, ið heldur til tætt uppá búðstað tín. Tað ber til at skifta lækna seinni, um ein annar lækni er tøkur.
Tá ið tú skalt til lækna, á sjúkrahúsið ella heinta eina læknaávísing á apotekinum, skalt tú minnast til at hava “sundhedskort” ella “sygesikringsbevis” títt við tær. Sundhedskortet/Sygesikringsbeviset er eitt gult kort, har eins persónligu upplýsingar (Cpr-nummar, bústaður og lækni) stendur á. Tú fært eitt sundhedskort/sygesikringskort í postkassa tín, tá ið tú hevur fingið eitt CPR-nummar og flutt á danskan bústað.
Kortið verður ofta nýtt til annað – so sum fittness, bóksavnið o.fl.