Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Ladies Night 2018

 

Hey Ladies!

Vit hava skipað fyri einum braki av einum kvøldi og vóna, at undirtøkan verður eins góð og undanfarnu ferðir!
Hesaferð hava vit aftur valt at hava eitt gjøgnumgangandi ”klædna” tema til tiltakið, og hetta verður ….. drumroll…. The Pink Ladies Pledge! Tað er ikki eitt krav, men tit kunnu hava okkurt pink á tykkum, um tað er ein ljósareyð blóma í hárinum, varrastift ella ein flottur kjóli, tað er heilt upp til tín! Bert tín kreativitetur setur mørk!

 

Tekna til til Ladies Night.

Seinasta freist at tekna seg er 29 oktober.

Vit senda tær eina vegleiðing viðv. goysmlugjaldinum (Depositum).

Vit byrja kvøldið eins og altíð við einum vælkomudrykki klokkan 18:30. Aftaná allar hava funnið sær sess, fáa vit vitjan av tí reyða kuffertinum! Tað verður ein onnur dama, sum skipar fyri tí reyða kuffertinum enn í fjør, so don’t worry, tit sum vóru við í síðsta ár: Vit lova, at tað verður okkurt nýtt og spennandi!

Eftirsum tit vóru so fantastiskar at syngja karaoke seinast, kunnu vit ikki lata vera við at krevja eitt, tvey ella fimm eykaløg frá tykkum. S sjálvandi er tað aftur sett á skránna til 3. November!

Aftaná vit hava sungið lungini úr okkum, so fara vit á eina kvinnugongu! Kl: 23:45 fara vit at vitja tríggjar ymiskar barrir, har vit skipa fyri ymiskum undirhaldi á vegnum, áðrenn vit enda kvøldið niðri í gøtuni!

Fyri at luttaka krevst, at tú ert limur! Útyvir tað, er tað einasta, tú skal gjalda, eitt goymslugjald á 50 kr., sum tú fært aftur, tá ið tú møtir upp til tiltakið!

Tað er avmarkað atgongd, og tað ræður um at verða skjót at tekna seg, tí seinast varð útselt eftir stutta tíð. So um tú vilt vera ein partur av hesi rimmar veitslu 3. november 2018, skalt tú skriva títt navn og trýsta á “Tilmelda”.

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

UA-110930992-1