Swangah á Álastevnu 2018!!!
Endiliga kunnu vit avdúka, at hip-hop bólkurin, Swangah, skal spæla á ársins Álastevnu!
Tað eru teir báðir, Steen Rói Lorenzen og Ragnar Davidsen, ið eru rappararnir handan m.a. hittini Frá bygd til bý og Tórshavn, sum flestir allir føroyingar kenna.
Í fjør kom útgávan Lán mær eitt oyra út, sum vann tittulin sum besta útgáva í 2018 á Faroe Music Awards (FMA). Harafturat vann bólkurin eisini virðisløn fyri besta sangtekst í 2018 á FMA.
Vit eru sera spent at bjóða Swangah á pallin í konsertsalinum Hybrid, sunnukvøldið 23. september kl. 17.00.
Gevið gætur! Swangah konsertin er ein standikonsert, og konsertsalurin tekur í mesta lagi 120 fólk. Tessvegna vilja vit ráða tykkum at koma í góðari tíð.