Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Stuðulsavtala: DukaTALE

Stuðulsavtala: DukaTALE

DukaTALE stuðlar føroyingafelagnum í Aalborg

Nevndin í Álaborg gleðist um at kunna tykkum um, at frá 1 juni 2019 stuðlar telefon- og teldufyritøkan Duka føroyingafelagnum í Aalborg.

Hetta merkir sosatt, at framyvir verður WIFI í Álastovu, og vit hava m.a. betri møguleikar til at vísa landsdystir, skipa fyri gaming o.a., tí Duka stuðlar Álaborg við einum internethaldi. 

Afturat tí stuðlar DukaTale Álaborg við einum fartelefonhaldi. Telefonhaldið skal m.a. nýtast til vegleiðingina fyri føroyingar í Aalborg, sum tit fara at hoyra nógv meira um í summarferiuni og framyvir. 

 


Stutt um DukaTALE: 

Telefon- og teldufyritøkan Duka bjóðar trý telefonhald, m.a. eitt telefonhald á kr. 99/mðr fyri 10 GB og fría talu. Øll telefonhaldini hjá Duka kunnu nýtast í Europa, Norra, Íslandi og í FØROYUM!!! Ja, tú las rætt! Og tú kanst eisini ringja ÓKEYPIS til Føroyar við DukaTale!

Sí haldini her: https://www.duka.dk/dukatale/


 

Nevndin í føroyingafelagnum í Aalborg er sera takksom fyri stuðulin og vónar eitt gott samstarv við DukaTALE. 

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1