Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Sjálvboðin

Sum sjálvboðin í Føroyingafelagnum hevur tú møguleika at vera við at hjálpa og menna felagið.

Tá ið tú gerst sjálvboðin í Føroyingafelagnum, verður tú somuleiðis ein partur av einum vaksandi felagsskapi í Aalborg. Tú hittir nógv nýggj fólk og fær royndir í at leggja tiltøk til rættis. Sjálvbodna arbeiðið kanst tú brúka til at prýða lívsrensl títt (CV) og somuleiðis fáa eitt skrivligt viðmæli frá føroyingafelagnum í Aalborg.

Sjálvboðið arbeiði í felagnum er býtt soleiðis sundur:

Sjálvboðið hjálparfólk
Á Facebook hava vit ein Facebook bólk við heitinum Sjálvboðin í Álaborg. Her hevur tú møguleikan at síggja, nær, hvar og til hvat tiltak okkum tørvar hjálparfólk. Tað kann vera til alt frá at baka eina køku til okkurt tiltak, at standa í barrini til okkurt annað tiltak, vaskifólk og mangt annað. Øll hjálp er kærkomin og øll eru vælkomin at luttaka í bólkinum.

Tiltaksnevnd
Nevndarárið 2019/20 varð ein tiltaksnevnd sett á stovn. Hendan nevnd fevnir um 13 sjálvboðin, ið serliga arbeiða fyri at menna gomul og skapa nýggj tiltøk til limir felagsins. Í tiltaksnevndini eru Meinar Ortind, Jón Sigurð Heinesen, Kára Veirum, Hávarður Vinjardson Guttesen, Anfinn Garðshorn, Olivia T. Kruse, Henný Rógvadóttir, Brynja Brynjarsdóttir Jacobsen, Turid við Rættará, Bjørt á Tórgarði og Jóna Mohr Højsted. Um ein ynskir at gerast ein partur av tiltaksnevndini ella hevur hugskot til ymisk tiltøk, er viðkomandi vælkomin at seta seg í samband við Meinar Ortind.

Ávísir tittlar ella uppgávur
Nevndarárið 2019/20 valdi nevndin at gera størri arbeiðsbýti í felagnum. Hetta merkir so statt, at nevndarlimir og sjálvboðin í størri mun kunnu menna føroyingafelagið sum egnar royndir innan ávís øki, læru- og áhugamál. Eitt nú hava vit sjálvbodnan bókhaldara og eina sunnudagsskúlanevnd. Í skrivandi stund leita vit t.d. eftir:

– Rættlesara til heimasíðu
– Umsitara av sosialu miðlunum (Social Media Coordinator)
– Grafiskum designara
– Skiparum til føroyskan dans

Tað er einki mark á, hvørja hjálp ein sjálvboðin felagsskapur við yvir 200 limum hevur tørv á, og tískil eggja vit tær til at koma við uppskotum til, hvussu tú kunnu vera við til at menna føroyingafelagið og samstundis vinna fleiri persónligar og yrkisroyndir.


Hevur sjálvboðið arbeiði tín áhuga, ert tú vælkomin luttaka í bólkinum á Facebook ella senda ein teldupost til alaborg@alaborg.fo við navni og telefonnummari. Síðani seta vit okkum í samband við teg.

Hevur tú spurningar um eitt hvørt í samband við sjálvboðið arbeiði í Føroyingafelagnum, ert tú somuleiðis vælkomin at senda okkum ein teldupost.


Vit gleða okkum at hoyra frá tær.


Nevndin

UA-110930992-1