Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

M. P. West heiðurslimur í Álaborg

M. P. West heiðurslimur í Álaborg

TIl ræstkjøtaveitsluna kunngjørdi forkvinnan, Bryndis Í Dali, at felagið hevði útnevnt sær ein nýggjan heiðurslim. Tað er fyrrverandi formaðurin, Magnus Pauli West, sum er vorðin heiðurslimur í føroyingafelaginum í Aalborg.

Bryndis handaði Magnus Pauli eitt heiðursbræv, og í hesum stóð:

“Magnus Pauli West
Skrivari 2015, formaður 2016-2017, fekk m.a. felagið úr skuld, og var formaður, tá
felagið fór frá at hava 107 limir í 2016, til 240 í 2017, sum er hægsta limatalið
nakrantíð.
Felagið vil við hesum heiðursbrævi, takka Magnus Paula fyri hansara fantastisku
drívmegi, og alla ta orku hann hevur lagt í felagið.
Vit takka somuleiðis fyri gott samstarv og ynskja Magnus Paula bestu eydnu í
framtíðini.”

Føroyingafelagið takkar Magnus Paula fyri alt sítt arbeiði í felaginum, og vónar at hitta honum aftur til okkurt at teimum komandi tiltøkunum.

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1