Jólaveitslan: Lutaseðlavinnarar
Eftir eitt framúr borðhald á ársins jólaveitslu vórðu lutaseðlarnir trektir millum veitslugestirnar.
Tað var Jón Múller úr Kvívík, sum vann høvuðsvinningin á jólaveitsluni 2019, sum var eitt gávubræv á 5.000 kr. frá høvuðsstuðlinum, Smyril Line. Og ymiss er mansins eydna, tí bæði Jón og Kára Veirum fóru nevniliga avstað við tveimum vinningum hvør á jólaveitsluni. Íalt vóru 13 vinningar uppá spæl, og vinnararnir síggjast niðanfyri.
Vinningar og vinnarar
- Gávubræv frá Smyril Line á 5.000 kr. vann Jón Múller
- Gávubræv frá RentYourCar á 3.000 kr. vann Arni Gregersen
- Gávubræv frá Norðlýsinum á 2.000 kr. vann Oddvør Vang
- Gisting á Hotel Føroyum fyri tvey við morgunmati, virði 1.400 kr. vann Lita Godtfred
- Ein stóran bakka frá Spik.fo, virði 1.350 kr., vann Kára Veirum
- Gávubræv frá Reika.fo á 1.000 kr. vann Kára Veirum
- Gávubræv frá Østrøm á 500 kr. vann Jón Múller
- Ein føroysk bók stuðlað av Sprotanum, virði 198 kr, vann Lisbeth Solmunde Michelsen
- Ein føroysk bók stuðlað av Sprotanum, virði 198 kr, vann Gurið Poulsen
- Ein føroysk bók stuðlað av Sprotanum, virði 198 kr, vann Rani Gregoriussen
- Ein føroysk bók stuðlað av Sprotanum, virði 198 kr, vann Jóannes Nolsøe
- Limagjald í Álaborg 2020, virði 150 kr, vann Steinar W. á Tórgarði
- Limagjald í Álaborg 2020, virði 150 kr, vann Bjarki Fjørdal
Føroyingafelagið ynskir øllum vinnarunum hjartaliga til lukku við vinningunum. Føroyingafelagið vil harafturat takka føroysku lutaseðlastuðlunum fyri gávubrøv og vinningar, sum vórðu lutað burtur i gjár.
Nevndin