Sunnudagin hin 8. desember kl. 14.00 verður føroysk jólagudstænasta í Klosterkirkjuni.
Lisbeth S. Michelsen er prestur, og organistur til gudstænastuna verður Julian Rasmussen.
Eftir gudstænastuna bjóðar Føroyingafelagið í Aalborg til drekkamunn í Krypten, sum er kirkjukjallarin í Budolfi Kirken.
Klosterkirkjan liggur á Klosterjordet 5, 9000 Aalborg.
Sí Facebook
Til drekkamunnin verður høvi at hitta sitandi nevnd í føroyingafelagnum og frætta meira um arbeiðið í felagnum. Tað verður somuleiðis møguligt at tekna seg sum lim fyri 2020 og fáa limakortið útflýggjað.
Comments