Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Hug at stilla upp til komandi nevndarvalið?

Hug at stilla upp til komandi nevndarvalið?

Tann 11. mars verður árligi aðalfundurin hjá Føroyingafelagnum í Aalborg. Á aðalfundinum hava útisetar ein gyltan møguleika, at fáa innlit í felagið og hvat hendur í nevndini. Ein annar gyltur møguleiki á aðalfundinum er møguleikin hjá útisetum at stilla upp og verða vald í nevndina í Føroyingafelagnum.

Og hví so velja at stilla upp? Jú tað eru sera nógvir fyrimunir við at stilla upp, og hetta eru fyrimunir sum tú sjálvur kanst fáa gagn av, men sum tú eisini kann geva øðrum Føroyingum, ið eru búsitandi í Aalborg. Sum nevndarlimur hevur tú møguleikan at seta títt fingramerkið á felagið og menna tað soleiðis, sum tú heldur er rætt og best. Harafturat, so hevur tú ein gyltan møguleika at fríðka um títt lívsrensl (CV), soleiðis at tú ert enn betri skikkað/ur til eitt komandi arbeiði og enn betur kann skilja teg frá hinum umsøkjarunum til sama arbeiði.

Veruleikin er eisini tann, sambært UCN og AAU Karriere center, at arbeiðsgevarar leggja stóran dent á sjálvboðið arbeiði, tí tað vísur at tú hevur yvirskot í tínum gerandisdegi, at hjálpa øðrum og vil menna teg. UCN, og aðrir útbúgvingarstovnar gera nokk tað sama, vigar sjálvboðið arbeiði sera høgt hjá umsøkjarunum, og á einum metingsstiga av umsøkjarum, so liggur sjálvboðið arbeiði nummar 3 á stiganum, beint aftanfyri próvtalskravi og motiveraðu umsóknina.

Er hetta nakað fyri teg, so er at koma á aðalfundin, og hevur tú brúk fyri íblástur, so kanst tú lesa um hví núverandi nevndarlimir valdu at fara í nevndina. Les um nevndarlimirnir her. Hevur tú spurningar um at verða í nevndini, so er tú altíð vælkomin at seta teg í samband við ein nevndarlim, sum so vil svara tínum spurningum.

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1