Føroysk jólagudstænasta verður sunnudagin
Aftur í ár, eins og undanfarin ár, verður Føroysk jólagudstænasta í Aalborg við Lisbeth S. Michelsen, presti. Gudstænastan verður sunnudagin 10. desember, kl. 14.00, í Klosterkirken, Klosterjordet 1, 9000 Aalborg.
Til gudstænastuna verða hesir sálmar sungnir úr Sálmabók Føroya Fólks frá 1960:
52: Nú ringja kirkjuklokkur so hátt
71: Heilaga stund, tú á fold vára
60: Jól hava eingla ljóð
58: Tað sótu seyðamenn á vakt
73: Føgur er foldin
Eftir gudstænastuna bjóðar Føroyingafelagið í Aalborg til ein drekkamunn í Krypten, sum er kirkjukjallarin í Budolfi kirkjuni.