Hjørleif Splidt
Hjørleif var í nógv ár nevndarlimur í felagnum og var tað gjøgnum sítt arbeiði fyri felagið, at hann gjørdist heiðurslimur. Seinnu árini gjørdi hann mest um seg á veitslunum, har hann dúgiliga og trúfastur var skeinkjari. Við sínum skálkabrosi og stilla lyndi tók hann væl ímóti gestunum. Hjørleif var tann fyrsti til allar veitslurnar og á veitslugólvunum sleit hann sínar skógvar, og tá veitslurnar endaðu, var hann tann seinasti sum fór heim. Hjørleif var eisini sera virkin í byrjanini til fyrireikingarnar til Álastevnuna, tá Føroyingafelagið gjørdist 40 ár. Sjálvur var Hjørleif í nevndini, tá felagið hátíðarhelt 25 ára dagin, og var tað við hesum sum íblástur, at fyrstu fyrireikingarnar til Álastevnuna vóru bygdar á. Eisini hjálpti Hjørleif til, tá søgan um felagið skuldi skrivast. Við sínum endurminningum og sambandi til fyrrverandi nevndarlimir, gjørdist tað møguligt at skjalfesta søgur og hendingar hjá felagnum, áðrenn tær fóru í gloymibókina.
Við hesum vil Føroyingafelagið í Aalborg takka Hjørleif fyri tað, hann hevur givið felagnum, og at lýsa frið yvir honum.