Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Gunnar í Dali

Gunnar í Dali

 

Stutt um


Verði 27 ár fysta dagin. Flutti til Aalborg í 2013, tá eg byrjaði at lesa á Aalborg Universitet, men fann skjótt útav, at tað ikki var nakað fyri meg. So eg byrjaði í læru sum elektrikari her í býnum. So eg hoyri uppá norðurjyskar handverkararnar dagin langan, og tað er ikki altíð líka lætt, at skilja “bonde-jysk”.

Eg kom fyrstu ferð í nevndina hjá Álaborg í 2014, og var formaður í felagnum í tvey ár. Men tá eg og daman fingu tvillingar, var tað ikki rættiliga tíð til yvirs til nevndararbeiði, tí stillaði eg ikki upp til nevndina í 2016. Men í ár helt eg so, at tað var uppá tíðina, at gerst virkin í nevndararbeiðinum aftur, og bleiv næstformaður.

Tá eg flutti úr Føroyum til Aalborg, kendi eg ikki serliga nógvar føroyingar her í býnum, og hugsaði, at tað var ein gyltur møguleika, at koma og læra aðrar føroyingar at kenna. Bæði gjægnum Fintuna, Quizzirnar og onnur tiltøk vit skipa fyri.

 


UA-110930992-1