Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Evi, Jessica & Marner á Álastevnu

Evi, Jessica & Marner á Álastevnu

Leygardagin vóru vit errin at avdúka á Facebook, at fantastiska country trio’in, Evi Tausen, Marner av Lofti og Jessica Hallursdóttir, spæla á Álastevnu 2018!


Føroysku country sangarinnurnar, Evi Tausen og Jessica Hallursdóttir, sum nýliga eru fluttar til Danmarkar, hava sligið seg saman við vinmanninum, Marner av Lofti.

Vit kenna øll Evi og Jessicu frá føroyska countrypallinum, og Marner, sum ofta hevur spælt í Álaborg, er serstakliga kendur fyri at spæla og syngja gospel tónleik í Norðurjútlandi.


Vit gleða okkum at hoyra og verða bergtikin av hesi forkunnugu countrytrio á Álastevnu.
Konsertin verður kl. 14.00 leygardagin 22. september í konsertsalinum, Hybrid, í Huset í Hasserisgade 10.

Sí brellbitan niðanfyri

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1