Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Avsláttur til familjuvinaligu Fun-Park Hirtshals

Avsláttur til familjuvinaligu Fun-Park Hirtshals

Í 2018 gjørdi Føroyingafelagið í Aalborg eina avsláttraravtalu við familjuvinaligu parkina Fun-Park í Hirtshals. Hendan avsláttraravtala heldur áfram í 2019. Limir í Álaborg fáa nevniliga 15 kr. í avsláttri til atgongdargjaldið í Fun-Park Hirtshals, tá ið limakortið verður víst fram.

Fun-park Hirtshals kunnu tit m.a.:

  • Fara á útferð í stóra grøna økinum ella í skóginum. Egin matur ella keyptur matur á staðnum kann njótast í teltunum á økinum.
  • Fara á spæliplássið, sum hevur reiggjur, rusjibanar, sandkassar, trampolinir, klintritrø og mánabilar.
  • Fara á indiánaraferð, gera bál og grilla, spæla við lasso og fáa andlitsmáling.
  • Tit kunnu harumframt spæla minigolf, flogbolt, koyra tok, ponnyríðing, bogaskjóting, skjóta við luftbyrsu og mangt annað.
  • Hitta øll djórini í parkini. Fun-Park Hirtshals hevur m.a. dádýr, lamur, seyð, kaninir, mýs, asnar, høsn, kalkunir, pappageykar, vaskibjarnar, revar og fleiri.

Upplatingartíðir og prísir í Fun-Park Hirtshals:

Adressa:

Fun-park
Minkvej 10
9850 Hirtshals


Tit kunnu lesa meira um Fun-Park á heimasíðu teirra www.funparkhirtshals.dk

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1