Hvussu søkir man SU uttan danskt CPR nummar?
Fyri at søkja SU, er neyðugt við einum CPR-nummari. Tað er ikki nokk at brúka føroyska P-talið, og tí skal mann hava eitt danskt CPR-nummar. Føroyingar, ið eru føddir í Danmark, hava tann fyrimunin, at teir eru føddir við einum donskum CPR-nummari.
Hevur tú ikki eitt CPR-nummar, skalt tú møta persónligt á Borgerservice. Borgerservice er at finna á Rantzausgade 6, 9000 Aalborg. Fyri at fáa CPR-nummarið, er neyðugt at hava búðstað í Danmark.
Hevur tú ikki nakran búðstað, er ikki møguligt at fáa CPR-nummar á Borgerservice. Tískil er neyðugt at útfylla eitt umsóknarblað, sum saman við einum avriti av tínum passi, skal latast inn á tínum úbúgvingarstovni. Tað vil siga, at um ein skal lesa HA.jur, skal umsóknin og eitt avrit av passinum, latast inn á SU-kontórinum hjá tí juridiska stovninum. Nakrar vikur seinni, fær mann eitt bræv frá SU – stýrinum við einum CPR-nummari.