Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tvey jólatiltøk hjá Føroyingafelagnum

Tvey jólatiltøk hjá Føroyingafelagnum

Nú stundar til jóla og hatta hátíðarhalda vit sjálvandi í Føroyingafelagnum í Aalborg við tveimum jólatiltøkum. Fyrsta jólatiltakið verður í morgin, sunnudagin 3. desember, kl. 14.00 og næsta jólatiltakið verður sunnudagin 10. desember, kl. 14.00.

Í morgin, 3. desember, kl. 14.00 verður jólahald í Álastovu, har børnini sleppa at pynta jólatræi og eta jólakøkur. Eisini kemur jólamaðurin við pakkum. Á jólahaldinum verður eisini møguligt hjá útisetum at senda jólaheilsur, sum verða senda í KVF á jólum.

Sunnudagin 10. desember, kl. 14.00 verður føroysk jólagudstænasta í Kloster kirken. Aftaná gudstænastuna bjóðar Føroyingafelagið kaffi, te, saft og kakur í Krypten.

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1