Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tróndur: Formanssessurin í Álaborg

Tróndur: Formanssessurin í Álaborg

Bloggur: Tróndur Fuglø, formaður í føroyingafelagnum í Aalborg, greiðir frá, hvussu tað hevur verið at verið formaður í Álaborg seinasta árið. 

Tá eg stillaði upp til aðalfundin í 2019, hevði eg ikki peiling yvir, hvat tað var eg segði ja til. Eg segði í míni “valrøðu”, at eg fyrst og fremst ynskti at varðveita tær umstøðurnar, ið fyrrverandi nevndir høvdu skipað fyri felagið og bøta um tær umstøður, ið bøtast kundu um, so felagið kundi hjálpa føroyingum at trívast so væl, sum til ber her í Aalborg. Um tað var akkurát hatta eg segði, neyvan, men tað var í hvussu so er tað, sum eg hugsaði. Tað hevur eisini allatíð verið tað, eg havi roynt at lagt dent á, í míni tíð sum formaður.

Góði vinmaður mín, Martin Didriksen, sendi mær eini boð á facebook, har hann spurdi meg, um eg hevði hug at koma í nevndina í Álaborg. Gamaní, hugsaði eg, tí eg hevði eisini hugsað um at stilla up, men hevði ikki tikið avgerð enn.

 

Eg eiti Tróndur Fuglø, og eg eri formaður í Álaborg. Eg eri 24 ára gamal, giftur við Rebekku Fuglø og lesi jura á AAU (hetta er ein av grundunum til at eg ikki dugi at skriva stuttar setningar). Eg eri sjálvboðin løgfrøðiligur ráðgevi hjá Legal Aid, ið er ein rættarhjálp, har fólk kunnu koma inn og fáa ókeypis løgfrøðiliga ráðgeving. Frítíðin hjá mær verður brúkt saman við vinfólki, til venjing, grafiskt arbeiði, fotografi, og annað, ið mær dámar væl at takast við (shocking! :O, hehe).

Aftur til svínoynna: Tað er nokk óneyðugt at siga tað, tí tey flestu kunnu nokk rokna út: eg tók avgerð um at stilla upp til aðalfundin. Tá nevndin so varð vald, var eg eitt sindur ovfarin av, at eg varð valdur inn, tí har vóru heili 14 góð valevni á listanum. Nevndin skuldi so skipast aftaná, og tá avgjørdi eg so at taka ábyrgdina av formanssessinum. “Og så går det vilde væddeløb”, sum ein tók til á sinni.

Sum sagt, hevði eg ikki peiling fyri, hvat eg segði ja til. Eg hevði ongantíð staðið í eini leiðarastøðu fyrr, og nú skuldi eg brádliga vera leiðari fyri 6 fólkum, øllum hjálparfólkunum, ið eru í Álaborg, umframt mær sjálvum. Men, sum eg geri við so nógvum øðrum hugsaði eg: “Hetta gongur nokk, og gongur tað ikki, jamen so gongur tað nokk alíkavæl”. Og tað haldi eg so sjálvur, at tað hevur. Altso gingið – ikki ikki-gingið. Eg eigi ikki alla æruna sjálvur – verri enn so. Eg havi havt eina fantastiska nevnd aftanfyri meg, og uttan tey bar tað, ið vit hava fingið frá hondum, slett ikki til. Eisini hava tey sjálvbodnu í felagnum sanniliga eisini gjørt sítt fyri, at felagið hevur havt besta ár nakrantíð, við 331 limum, ið virkar heilt óveruligt nú eg hugsi um tað.

Eg havi lært nógv um meg sjálvan og um mínar eginleikar sum leiðari. Eg havi eisini møtt og tosað við ófatiliga nógv fólk hetta seinasta árið, ið eg ikki hevði komið í prát við annars. 

Eg kann heilt sikkurt viðmæla øllum at stilla upp til nevndarvalið hjá Álaborg, ið verður á aðalfundinum 7. mars. Eg skal ikki dylja, at tað til tíðir er strævið arbeiði, men tað er eisini stuttligt, gevandi og á ein ella annan hátt lívsjáttandi, tá ið ein sleppur at síggja úrslitið av tí arbeiði, man ger.

 

“Nothing worthwhile comes easy. A worthy pursuit, for the right reasons, is more precious than gold”. 

 

Tróndur Fuglø, formaður í føroyingafelagnum í Aalborg. 

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1