Tórskvøld í Aalborg
Kom og hoyr um møguleikarnar hjá útisetum í Tórshavnar kommunu
Vit bjóða inn til eitt spennandi kvøld í Aalborg, har vit millum annað fáa høvi at hoyra borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, Anniku Olsen, greiða frá jaligu gongdini í høvuðsstaðnum.
Sóley Heradóttir Hammer, umsitari í Hugskotinum, fer at greiða frá vaksandi huganum og dirvinum hjá føroyingum at skapa sítt egna starv, og harumframt fara tveir íverksetarar at siga frá teirra verkætlanum. Annar teirra, Sverre Nolsøe, fer út í heim við hugskotinum SafeFriend, og hin, Tummas við Skipá, ætlar at taka kappingina upp á fjarskiftisøkinum við nýggja telefonfelagnum TOSA.
Hetta kvøldið í Aalborg fært tú eisini høvi at hoyra leiðarar í Tórshavnar kommunu greiða frá um fjølbroyttu møguleikarnar í eini kommunu, sum hevur sett talgilding ovarlaga á breddan. Lars Larsen Black, leiðari á KT-deildini, fer at tosa um arbeiðið at talgilda høvuðsstaðin, og so fara Marius Muller, tekniskur stjóri, og Naina Túgvustein, dygdarmennari í Heilsu- og umsorganartænastuni, at vísa á, hvussu Tórshavnar kommuna kann gerast komandi arbeiðsplássið hjá útisetunum. Kvøldið endar við netverkan, hugna og føroyskum tónleiki.
Unga songkvinnan úr Syðrugøtu, Elinborg Pálsdóttir kemur at framføra nøkur løg. Hon vann FMA-heiðurin sum besti live tónleikari í 2016 og varð tilnevnd ársins songkvinna í 2018. Elinborg er ein virkin songkvinna og kom fyri kortum út við staklagnum Brimið.
Tórshavnar kommuna bjóðar afturvið hesum ein heimligan bita og okkurt leskandi frá OKKARA
Øll eru vælkomin og tiltakið er ókeypis, men tað er avmarkað pláss er til tiltakið. Tískil verða áhugað biðin um at boða frá luttøku á torskvold@torshavn.fo – viðmerkið “Tórskvøld í Aalborg” umframt tal á luttakarum.
Hvar: Kayerødsgade 43, Aalborg
Nær: Fríggjadagin 1. mars 2019 kl. 19.00
Fylgið við á Facebook HER.
Comments