Summarsteðgur í Álaborg
Við grillveitslu og Álaquiz leygardagin setti Føroyingafelagið í Aalborg punktum fyri tiltøk í fyrru hálvu 2017. Sjálvt um sólin ikki megnaði at senda nakrar sólstrálur niður á okkum og at Champions Leauge finalan var um kvøldi, so nýtt nógv fólk høvi at grilla og quiza henda dagin.
Eftir summarsteðgin verður Álabrunsj og Álaquiz
Tann 26. august kunnu tit seta kross í kalendaran, tí tá lata vit hurðina upp aftur í Álastovu, har vit bjóða øllum til Álabrunsj við einum kunningartiltakið til tey, ið flyta til Aalborg eftir summarfrítíðina, og um kvøldið verður Álaquiz. Vit lýsa sjálvandi við tiltøkunum tá tíðin nærkast.
Vit í nevndini hava verið ótrúliga glað fyri ta undirtøku, ið øll tiltøkini hjá okkuma hava fingið, og hetta vilja vit siga takk fyri, og ynskja øllum eitt gott summar.