Skriv til luttakarar á Ræstkjøtaveitsluni 2020
Góðu luttakarar.
Fyrst og fremst: Ræstkjøtaveitslan verður IKKI avlýst, uttan so at vit eru noydd at avlýsa.
Av tí at umstøðurnar eru sum tær eru nú, eru vit noydd at fylgja við rákinum. COVID-19, vanliga nevnt Coronavirus, herjar kring heimin, og nú eisini her í Norður Jútlandi. Vit hava fingið boð frá kommununi, um at øll limafeløg skulu halda tiltøk við fyrivarni, og øll limafeløg skulu kunna limir um niðurfyristandandi fortreytir
Vit vilja tí heita á øll, ið hava sjúkraeyðkenni av Coronavirus, um at halda seg innandurða. Eru tit í smittuvanda, ella avgerða at tit ikki vilja koma til veitsluna, kunnu tit seta tykkum í samband við Nevndina, so at vit kunnu finna útav onkrum.
Til sjálva veitsluna verður hondspritt tøkt, og vit heita á øll um at gera sær dælt av hesum, og at vísa vanligt fyrivarni, meðan veitslan verður hildin.
Vit taka fyrivarni fyri, at støðan versnar. Um so er, verður Ræstkjøtaveitslan útsett, til tað verður mett vandaleyst at halda veitsluna.
Sí leiðbeining frá Sundhedsstyrelsen um at fyribyrja smittu av Coronavirus her.
Við veitslukvøðu,
Nevndin.