Skráin fram til summarferiuna
Nú tað líður ímóti ljósari og heitari tíðum, vil Føroyingafelagið kunna limir um, hvat hendir fram til summarferiuna. Á skránni hjá Føroyingafelagnum eru heili 6 góð tiltøk, sum eru ætlað til nærum allar aldursbólkar.
22. apríl – Kom og Spæl
Eins og seinast verður ‘Kom & Spæl’ í høllini í Aalborghus Gymnasium kl 15.00-17.00. Tiltakið er ætlað barnafamiljum, har ið børnini í góðum og tryggum umstøðum kunnu spæla við onnur føroysk børn. Umframt spælinum hava børnini møguleika at brúka ymiskan reiðskap í høllini, sum ger spælið eitt sindur stuttligari og meira avbjóðandi.
4. mai – Álaquiz
Siðvanda tiltakið bjóðar ungum sum gomlum til eina hugnaliga løtu í Álastovu eftir eina langa og stravna viku. Til Álaquizina bjóðar Føroyingafelagið m.a. samveru, spurnarkapping og okkurt gott fyri tostan úr barrini.
20. mai – Skattaveiðan
Føroyingafelagið skipar aftur í ár fyri barnatiltakinum ‘Skattaveiðan’. Á skattaveiðuni skulu børnini hjálpa Prinsessu Sólstrálu at finna dýrgripin, sum Gullklaf kapteinur hevur stolið.
26. mai – Karneval saman við Álaborg
Tann 26. mai skipar Aalborgar býur fyri ‘Aalborg Karnival’. Til karnevalin hittast yvir 60.000 grýluílætin og veitsluglað ung og vaksin til eina ógloymandi skrúðgongu gjøgnum býin til veitsluna i Kildeparken. Á karnevaldegnum skipar Føroyingafelagið sjálvandi fyri einum karnival tiltaki. Meira um hetta kemur seinni!
1. juni – Álaquiz
Næst seinasta tiltakið áðrenn summarferiuna er Álaquizin. Álaquizin gevur útisetum høvi at finna útav, hvør tað er, sum hevur mest millum oyrini – ella bara hvør tað er, sum er hepnast júst hetta kvøldi. Afturvið heilafimleikinum hava limir møguleika at keypa sær okkurt flótandi úr barrini.
9. juni – Árliga grillveitslan
Traditionen tro, so er seinasta tiltakið í Føroyingafelagnum áðrenn summarferiuna grillveitslan. Á veitsluni bjóðar felagið limunum til eina hugnaliga løtu á Forchhammervej, har ið limirnir kunnu grilla saman við øðrum limum. Grillveitslan er skipað soleiðis, at felagið hevur eina stóra kolgrill, sum øll kunnu brúka. Afturvið bjóðar felagið tilhoyr til tað fullgjørda grillborðið. Hetta merkir, at limirnir einans skulu hava tað við, sum teir ynskja at grilla.
So ein kann staðfesta, at sjálvt um veðrið gerst alsamt betri, so er heilt vist eingin orsøk til ikki at fara í Álastovu!
GG!
Broytingar kunnu verða framdar! Tískil viðmæla við øllum at fylgja við tiltøkunum á Facebook vanga okkara ella á heimasíðuni.