Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Sjálvboðin: Ert tú ein ninja?

Sjálvboðin: Ert tú ein ninja?

Ger tú 100 armboyggingar hvønn einasta morgun, áðrenn tú fer á wc; klárar tú at gera plankan í 3 minuttir, meðan tú hyggur at filmum við Charlie Chaplin; og hevur tú lært teg kampsportin, ið stavar heilt aftur frá 1400-talinum og har ninjaðirnir stava frá? JA!? So vilja vit hava teg í Føroyingafelagið! …. ella um tú bara er ein heilt vanligur Føroyingur, ið slítur tínar skógvarnar á gøtunum í Aalborg, ja so er tú júst tann, ið vit kundu hugsa okkum.

Vit í Føroyingafelagnum í Aalborg hava tørv á sjálvbodnum, nú virksemi í felagnum støðugt økist. Harafturat vilja vit bjóða Føroyskum útisetum møguleikan, at fáa royndir har tú, eitt nú, kanst knýta lesnaðin saman við uppgávum í felagnum, og samstundis kanst tú pynta um títt lívsrensl (CV).

Stutt um felagið:

Felagið hevur til endamál, at knýta sambond millum Føroyingar í Aalborg og at virka fyri trivnaði millum okkum útisetar. Felagið hevur 7 nevndarlimir, sum í løtuni hava ábyrgd og átaka sær allar uppgávurnar í felagnum. Felagið er í rúkandi menning, vit hava økt munandi um talið á tiltøkum í felagnum, og limatalið er økt við nærum 100% frá í fjør. Afturat hesum, so stendur Álastova fyri einum face-lift, har fyrsta stigi var at dagføra barrina. Afturat hesum standa aðrar ábøtur og bíða til at fara í gongd.

Um tú hevur áhuga í at hjálpa, líkamikið hvat tað so er, so set teg í samband við okkum. Tú kanst skriva til okkum á Facebook, skriva til nevndarlimirnir á Facebook ella senda okkum ein t-post til nevnd@alaborg.dk

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1