Ræstkjøtaveitslan: Hans Andrias spælir til dans
Vit kunnu nú avdúka, at ungi klaksvíkingurin Hans Andrias Jacobsen spælir til dans til ársins ræstkjøtaveitslu.
Føroyingafelagið bjóðar limum til ræstkjøtaveitslu 14. mars 2020. Atgongumerkjasølan varð skotin í gongd fyri viku síðani, og helvtin av atgongumerkjunum eru longu seld. Á ræstkjøtaveitsluni verður matskráin sjálvandi røst og okkurt søtt fæst aftaná. Eftir borðhaldið sláa vit sum vant ring, og trúfæsti heiðurslimur okkara, Jóanes Nolsøe, skipar føroyska dansin.
Eftir føroyska dansin kemur ungi klaksvíkingurin Hans Andrias Jacobsen at spæla bestu føroysku og útlendsku slagararnar til tann ljósa morgun. Sí heilsanina frá Hans Andriasi niðanfyri.
Atgongumerkið til veitsluna kostar einans 199 kr. og limaskapur í 2020 er kravdur. Ogna tær eitt atgongumerki her.