Ræstkjøtaveitslan avlýst
Vegna COVID-19 avlýsir føroyingafelagið í Aalborg ársins Ræstkjøtaveitslu.
Góðu luttakarar,
Vit hava fylgt við gongdini á COVID-19 (Corona virus), og hvussu samfelagið – eisini í Norður Jútlandi nú – er ávirkað av sjúkuni og smittuvandanum. Tí hevur sitandi nevnd valt at avlýsa ræstkjøtaveitsluna.
Boð eru komin frá Justitsministeriet, har ið tað verður mælt til at avlýsa øll tiltøk, ið ikki eru neyðug at halda. Sjálvt um vit, Nevndin, halda, at veitslan sjálvandi er neyðug, meta vit, at tað mest forsvarliga er at avlýsa Ræstkjøtaveitsluna og útseta hana til skil er komið á støðuna.
Vit eru sjálvsagt serstakliga hørm um støðuna. Av tí at vit eru eitt so mikið stórt felag, eru vit eisini noydd at taka tey neyðugu atlitini til samfelagið. Tískil eru vit eisini komin fram til, eftir langa diskussión, at hetta er tað einasta rætta, nú tá ið støðan er, sum hon er. Vit meina, at tað er okkara skylda sum samfelagsborgarar at gera tað, vit kunnu fyri at hjálpa til við at basa smittuni. Hóast at veitslan ikki er størsta tiltaki í Aalborg, hava vit valt at vera á sikkru síðuni og binda um heilan fingur.
Av tí at óvissa er, hvussu leingi COVID-19 fer at herja, hevur sitandi nevnd valt at avlýsa, heldur enn at útseta, veitsluna. Tískil fáa øll tey, ið hava keypt atgongumerki peningin endurgoldnan. Vit vóna, at nýggja nevndin tekur stig til at halda Ræstkjøtaveitsluna seinni í ár, tá ið eingin COVID-19 vandi er. Tó er einki avgjørt enn.
Vit vita, at tað eru nógv eins og vit, ið hava glett seg at smakka tað fantastiska kjøtið til hugnaligu veitsluna, og vit eru sera hørm um at vera noydd at skuffa tykkum. Vónandi bera tit yvir við okkum.
Vit heita á limir okkara at vísa neyðugt fyrivarni og at fylgja teimum ráðum, ið koma frá Sundhedsstyrelsen.
Vinarliga
Nevndin