Ræstkjøtaveitslan 2019

ÚTSELT
Árliga ræstkjøtaveitslan verður 16. mars, og til ber at ogna sær atgongumerki her. Tað er avmarkað atgongd, og tí ræður tað seg um at vera skjót/ur. Sigast skal, at veitslan hevur verið útseld undanfarnu ár.
Veitslan er á Forchhammersvej 5, og hon byrjar kl. 19:00. Undir veitsluni verður felagssangur og undirhald. Borðfútin til veitsluna er Regin Hjelm Joensen og til dansin spæla Árni Eyðunsson Lisberg og Martin Didriksen.
Kostnaðurin fyri ársins ræstkjøtaveitslu, íroknað dansin, er 199 kr.
Kl. 00:00 opna dyrnar og dansurin byrjar. Kostanður fyri atgongumerki til dansin er 50 kr.
Tilmeldingarfreistin er 9. mars.
ÚTSELT!
- MobilePay: 49703
- Bankaflyting: 1551-1606549
Fyri at luttaka á ræstkjøtaveitsluni er limaskapur eitt krav. Limaskapur er eisini krav fyri at luttaka til dansin. Ert tú ikki limur, ber til at tekna teg HER!
Tú bíleggur tær eitt atgongumerki við at útfylla teigarnar her á síðuni og trýsta á “Bílegg”. Síðani flytur tú gjaldsupphæddina við tí gjaldshátti, sum tú hevur valt. Tá ið vit hava móttikið gjaldingina, fært tú eina bíleggingarváttan sendandi við telduposti.
GG!
Váttan fyri keyp av atgongumerki verður send innan 24 tímar aftaná vit hava móttiki gjaldsupphæddina fyri atgongumerki