Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Ræstkjøtaveitsla og dansur eftir midnátt

Ræstkjøtaveitsla og dansur eftir midnátt

Í annaðkvøld 16. mars verður ársins ræstkjøtaveitsla á Forchhammersvej 5-7, 9000 Aalborg. Ræstkjøtaveitslan varð skjótt útseld, men dyrnar lata upp aftur á midnátt, tá ið bjóðað verður til dans.

Ræstkjøtaveitslan byrjar kl. 19.00, og føroyingafelagið bjóðar ræsta súpan og kjøt, sum kokkurin Bjarki Fjørdal hevur tilgjørt til veitsluna. Aftaná hava vit eitt leskiligt køkuborð, sum dúgligu sjálvbodnu hjálparfólkini í felagnum hava bakað til.

Regin Hjelm Joensen verður borðfúti undir veitsluni og saman syngja vit landaplágurnar úr songheftinum. Og hvør veit, kanska onkur kend rødd verður at hoyra… Men eitt er vist, og tað er, at undirhaldsnevndin aftur í ár hevur fyrireikað okkurt fyri láturkramparnar!

Sum nakað nýtt hava lutakararnir í ár møguleika at keypa lutaseðlar undir Ræstkjøtaveitsluni. Vinningarnir eru eitt gávubræv á 2.000 kr. frá Atlantic Airways og eitt vikuskiftispass frá G! Festivalinum, 2019.

Eftir borðhaldið sláa vit ring, og á midnátt verða dyrnar so latnar upp til almenna dansin. Árni og Martin spæla bæði føroysku sum skandinavisku og ensku slagararnar til dansin.


Øll eru vælkomin til dansin eftir midnátt.
Atgongd til dansin kostar einans 50 kr. fyri limir og
50 kr. + limagjald 2019 fyri ikki-limir.


Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1