Perlur og pitsa
Føroyingafelagið í Aalborg bjóðar familjum til perlur og pitsu 3. novembur.
Sunnudagin 3. novembur bjóðar Álaborg til eina hugaliga løtu við perluplátum og heimagjørdari pitsa í Álastovu á Forchhammersvej 5-7, 9000 Aalborg.
Hugnaløtan byrjar sunnudagin kl. 15.00 og øll eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er púra ókeypis og føroyingafelagið hevur bæði perlur og perluplátur tøkar til frítt brúk.
So tað einasta tú skalt gera, er at taka títt barn, vinkonu, vinmann, granna, mostur, abba, ommu ella annan tú hevur kær undir armin og taka tey við til eina frálíka hugnaløtu í Álaborg.
Kl. 17.00 kemur pitsa á borðið. Fyri at vita, hvussu nógva pitsa vit skulu gera, skulu familjurnar tekna seg á Facebooktiltakinum HER og viðmerkja, hvussu nógv koma, í seinasta lagi fríggjadagin 1. novembur kl. 15.00
Vit gleða okkum at síggja tykkum!
mynd: Pinterest
Tiltøk í føroyingafelagnum er ætlað limum felagsins. Limaskapur fyri børn kostar einans 5 kr. um árið og kann teknast HER. Børnini eru tengd at í minsta lagi einum foreldri/verja, ið eisini er limur í føroyingafelagnum í Aalborg. Limaskapur í føroyingafelagnum kann endurnýggjast hvørt ár.