Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Okkara Karnivalgonga 2020

Okkara Karnivalgonga 2020

Góðu tit øll

Eins og undanfari ár fer Álaborg aftur at skipa fyri einari karnivalsgongu. Vit, á brúnni, hava fingið játtað siglingarloyvi frá ovastu rók! Tann heimskendi skipaflotin er tískil farin uppá beding at fyrireika seg til ein buldrutan túr ígjøgnum Aalborg bý. Í fjør, 2019, var eitt sermerkt ár fyri okkum á brúnni. Tað vóru ikki minni enn 230 føroyingar umborð, og hetta vóru vit sera fegin um. Tískil er avgerð tikin um at byggja eina nýggja slupp til ársins túr – hendan verður uppaftur størri enn Kjølsúgvin, og sjálvandi er frystilast umborð so øll fáa kaldar øl / cider!

Tó kunnu vit ikki lúgva okkum undan at Corona smittan herjar á landi og havi. Tí fylgja vit, á brúnni, væl við hvussu leikur fer fram. Aalborg Karneval skrivaði út, at tey ikki høvdu tikið nakra støðu enn, og eftir ætlan verður Aalborg Karneval  tann 23 mai 2020. Tey fylgja tætt støðuni, og hava tískil eisini skriva út at Karnevalurin kann væl verða avlýstur / útsettur – hesum mugu vit tískil eisini taka hædd fyri.

Hóast hetta lata vit upp fyri atgongumerkjasøluni seinni í vikuni. Um tað skuldi hent seg at Aalborg Karneval velur at avlýsa; so fáa øll peningin aftur. So tað er ongin missur at ogna sær atgongumerki til Okkara Karnivalsgongu skjótast gjørligt.

Tey trý boðini

Aftur í ár verður tað møguleiki at onga sær trý ymisk atgongumerkir. Niðanfyri sært tú hvat tey, hvør í sær, hava ein bjóða.

  • Øl armband (kr. 100):
    • 10 Okkara Øl
    • Pylsur og Breyð v/ tilhoyr
  • Mix armband (kr. 125):
    • 5 Okkara Cider
    • 5 Okkara Øl
    • Pylsur og Breyð v/ tilhoyr
  • Cider armband (kr. 150)
    • 10 Okkara Cider
    • Pylsur og Breyð v/ tilhoyr

Møguleiki verður hjá øllum á mynstringarlistanum at luttaka í ymsum kappingum vikuna uppundir sjálvan karnivalsdagin, og undir sjálvari gonguni. Ársins siglingarleið verður kunngjørd seinni, tí at Aalborg Karneval møguliga fer at fremja broytingar vegna vegarbeiði niðri í býnum.

Atgongumerkjasølan letur upp seinni í vikuni, og meira kunning um siglingarleið o.a. kemur skjótast gjørligt – limaskapur í Álaborg er krav um ein er búsitandi í Region Nordjylland.

 

Vinarliga heilsan,
Vit á brúnni

Viðmerkingar

Viðmerking

Næsta Grein

Tú lesur nýggjastu grein

UA-110930992-1