Nýggj nevnd í Føroyingafelagnum í Aalborg
Árligi aðalfundurin hjá Føroyingafelagnum í Aalborg var í dag, á skránni vóru nýggju punktir. Fyrsta og næsta punkti á fundinum var val av fundarstjóra og fundarskrivara. Valið fall á Gurið Djurhuus til báðar uppgávurnar.
Eftir hetta gav formaðurin, Magnus Pauli West, sína formansfrágreiðing. Magnus Pauli legði dent á, at nevndararbeiðið hevði gingist væl og at limirnir í nevndini høvdu verið sera ídnir at skapa nýggj tiltøk og at menna felagið enn meir. Víðari greiddi formaðurin frá, at alt arbeiðið hjá nevndini hevði ført til 33 tiltøk, ið vóru alt frá álabrunsj, álaquizir, framløgur og fótbólt á stór skíggja, til ladies night, jóla og ræstkjøtaveitslur, og barnatiltøk. Sum liður í menningini av felagnum, skapa umrøðu av felagnum millum føroysku útisetarnar og at fáa fleiri limir hevði felagið verði sera virki á socialu miðlinum, mest Facebook. Hjáveran á socialu miðlinum hevur skapt góða umrøðu millum Føroyingar í Aalborg og hetta endurspeglast í limatalinum og uppmøtingini til tiltøk. Eitt sum formaðurin fegnaðist sera nógv yvir var stóru framgongdina av limum, har felagið hevur fingið meir enn tvífalt so nógvir limir, sum í 2016. Føroyingafelagið hevur eisini gjørt fleiri íløgur, har m.a. innbúgv og reiðskapur er keyptur til Álastovu, ein nýggj bar er gjørd og felagið hevur fingið nýggja heimasíðu. Seinasta punkti í formansfrágreiðingini var um tiltakslimirnir, har formaðurin greiddi frá at fráfarandi nevnd hevði avgjørt at fáa hesar limir í nevndini meira virknar í felagnum og harvið gera postin sum tiltakslimur meira áhugaverdan.
Síðani fekk peningarøkilin, Árni Lisberg, orðið. Árni greiddi frá, at felagið hevði eitt yvirskot á 1.701,67 kr. og at hetta millum annað komst av, at øktum inntøkum, m.a. frá limagjøldum, og fleiri tiltøkum. Felagið er enn skuldafrítt og eigur fitt av peningi á bók.
Fimta punkti á aðalfundinum var ásetan av limagjaldið. Tey uppmøttu og nevndin samtyktu, einmælt, at limagjaldi fyri vaksin í 2018 skuldi verða 150 kr. og fyri børn 5 kr. Eindagsgjaldið bleiv ásett til 20 kr.
Sætta punti var innkomin uppskot og til fundin vóru tvey uppskot komin. Fyrsta uppskoti átti nevndin, og handlaði tað um leiðreglur og treytir í samband við Álaborg ella høll og fyriskipan av tiltøkum. Seinna uppskoti var um barnafilmleik. Bæði uppskotini vóru samtykt uttan viðmerking.
Síðani var fari til val av starvsnevnd. Sitandi nevnd skuldi fyrst boða frá, um tey ynsktu at stilla upp. Her vísti tað seg, at fýra valdu at stilla upp og trý valdu sostatt ikki at stilla upp. Tey sum valdu at stilla upp vóru: Árni Lisberg, peningarøkil, Bryndis í Dali, nevndarlimur, Martin Didriksen, nevndarlimur, og Kára Veirun, nevndarlimur. Tey sum ikki valdu at stilla upp vóru: Magnus Pauli West, formaður, Gunnar í Dali, næstformaður, og Gurið Djurhuus, skrivari. Fýra nýggj valdu at stilla upp og tá valið var av, vísti tað seg, at tey fýra úr fráfarandi nevndini sum valdu at stilla upp, Árni, Bryndis, Martin og Kára vóru afturvald. Afturat teimum komu trý nýggj inn, tey vóru: Borgar Stóra, Jarmundur Steinkross og Brynhild Dam.
Aftaná valið til starvsnevndina skuldi tiltakslimir og grannskoðarar veljast. Her blivu Jón Sigurð Heinesen og Gurið Djurhuus tiltakslimir. Grannskoðarar blivu Magnus Pauli West og Jón Sigurð Heinesen, og tiltaksgrannskoðari bleiv Árni Lisberg.
Nýggjunda og seinasta punkt á fundinum var ymiskt. Her vóru tvey punktir viðgjørd. Sjálvboðin og samstarv við onnur føroyingafeløg.
Eftir aðalfundin skipaði nýggja nevndin seg og formliga tekur nýggja nevndin við 1. apríl, tó er siður í Føroyingafelagnum at ræstkjøtaveitslan er skeringspunkt millum nýggju og gomlu nevndina.
Soleiðis sær nýggja nevndin út.
Bryndis í Dali, forkvinna
Borgar Stórá, næstformaður
Árni Lisberg, peningarøkil
Jarmundur Steinkross, skrivari
Martin Didriksen, nevndarlimur
Kára Veirun, nevndarlimur
Brynhild Dam, nevndarlimur