Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Nýggj nevnd í Álaborg

Nýggj nevnd í Álaborg

Í dag hevur árligi aðalfundurin verið í Álaborg, og tískil skuldi nýggj nevnd og tiltakslimir veljast. Fitt av fólki møttu upp til fundin og sitandi nevndin bjóðaði brunsj til øll, sum møttu upp. Tað var gleðiligt at hoyra, at heili 12 fólk stillaðu upp til nevndina, men bert sjey skuldu veljast. Tá atkvøðuseðlarnir vóru taldir upp, varð sera tætt millum øll sum stillaðu upp. Nógv fingu eins og nógvar stemmur og bert ein stemma var millum tann síðsta sum slapp inn og næsta persón, sum stillaði upp.

Nevndin 2019/20:

Tróndur Fuglø, Formaður
Borgar Stórá, Næstformaður
Rani Gregoriussen, Peningarøkil
Brynhild Dam, Skrivari
Rebekka Fuglø, Nevndarlimur
Erika Hjalgrímsdóttir, Nevndarlimur
Tummas Jóhan Sigvardsen, Nevndarlimur

Tiltakslimir 2019/20:

Meinar Ortind
Turid við Rættará

Nú tá felagið er vorðið so stórt, er ein tiltaksnevnd sett á stovn. Hesi fara at fáa fleiri ábyrgdaøkir og skulu arbeiða tætt at nevndini. Nakrar uppgávur, sum hesi fara at fáa, verða: ábyrgdapersónar til ávís tiltøk, SoMe, marknaðarføring og annað, sum er viðkomandi til útbúgving teirra. Tiltakslimirnir hava ein alstóran týdning í felagnum.

Tiltaksnevnd 2019/20:

Jón Sigurð Heinesen
Kára Veirum
Hávarður Vinjardson Guttesen
Anfinn Garðshorn
Olivia T. Kruse
Henný Rógvadóttir
Brynja Brynjarsdóttir Jacobsen
Jóna Mohr Højsted

Nýggja nevndin og tiltakslimirnir taka yvir felagið 16. Mars 2019 á midnátt, tá ið sitandi nevnd takkar fyri seg og ynskir teimum góða eydnu víðari við felagnum.

Mynd: Tróndur Fuglø

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1