Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Nýggj nevnd í Álaborg

Nýggj nevnd í Álaborg

Í dag var árligi aðalfundurin í Álaborg og nýggja nevndin í Álaborg er nú skipað. 

Til aðalfundin í dag 07. mars 2020 varð nýggj nevnd vald. Kl. 11.00 bjóðaði sitandi nevnd til brunsj, og undirtøkan var framúr góð. Formaðurin tók samanum árið 2019 og peningarøkilin legði roknskapin 2019 fram, sum verður almennur á heimasíðuni seinni. Til nevndarvalið stillaðu átta limir upp og tveir limir stillaðu upp til gerast tiltakslimir. Í samband við lestrarviðurskifti, barnsburðarfarloyvi og møguligari heimflyting var tað einans Erika Hjalgrímsdóttir av sitandi nevnd, ið stillaði upp aftur til nevndarval. Erika varð eisini endurvald í nevndina í føroyingafelagnum í Aalborg. Eftir nevndarvalið setti nýggja nevndin seg saman, og tey býttu nevndarsessirnar sínaámillum. 


Nevndin 2020/21

Erika Hjalgrímsdóttir, Forkvinna

Jóhanna Ortind, Næstforkvinna

Gunn Zachariasen, Peningarøkil

Henný Rógvadóttir, Skrivari

Anja Magnussen, Nevndarlimur (vantar á mynd) 

Eyðstein Borgardal, Nevndarlimur

Ingi Midjord, Nevndarlimur (vantar á mynd) 

 

Tiltakslimir 2020/21

Gunnar Ólavsson Rasmussen

Kára Veirum

 

 

 

Nýggja nevndin og tiltakslimirnir taka yvir føroyingafelagið í Aalborg 14. Mars 2019 á midnátt, tá ið sitandi nevnd takkar fyri seg.


Sitandi nevnd ynskir teimum góða eydnu víðari við felagnum. 

 

Viðmerkingar

Viðmerking

Comments

UA-110930992-1