Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Myndir og framløgur frá Tórskvøld

Myndir og framløgur frá Tórskvøld
Fríggjakvøldið 1. mars skipaðu Tórshavnar kommuna, Hugskotið og føroyingafelagið í Aalborg fyri Tórskvøld 2019. Áður hevur Tórskvøld verið í Keypmannahavn, men hetta var fyrstu ferð, at tiltakið var hildið í Aalborg.

Á Tórskvøld 2019 vóru borgarstjórin, Annika Olsen, og umboð frá Tórshavnar kommunu komin til Aalborg at greiða útisetum frá menningini og arbeiðsmøguleikunum í Tórshavnar kommunu og Sóley H. Hammer leiðari á Hugskotinum tosaði um møguleikarnar at skapa sítt egna starv í høvuðstaðarkommununi. Afturat tí høvdu vit vitjan av íverksetarunum, Sverra Nolsøe og Tummas við Skipá, sum tóku útisetarnar við á íverksetaraferð sína og hugleiddu um framtíðina hjá fyritøkunum.

Eftir framløgurnar spældi dugnaliga Elinborg Pálsdóttir fýra løg, Tórshavnar kommuna bjóðaði føroyskt ábit og øl, sum varð stuðlað av Okkara. Síðani varð skipað fyri eini spurnarrundu, har ið tað var eggjað til at seta umboðunum og íverksetarunum spurningar. At enda trekti Annika Olsen lut millum allar luttakararnar um ein flytipakka frá Smyril Line, tveir Sveiggj ferðaseðlar frá Atlantic Airways og tríggjar gávupakkar frá Guðrun og Guðrun.

Tiltakið fekk sera góða undirtøku, og øll 84 sitplássini á Kayerødsgade 43 vóru upptikin. Føroyingafelagið í Aalborg vil takka øllum luttakarum og sjálvbodnum hjálparfólki fyri luttøku, Tórshavnar kommunu, Hugskotið, íverksetarum og tónleikara fyri at gera tað møguligt at skipa fyri kunningartiltakinum í Aalborg.

Niðanfyri hevur tú møguleika at taka framløgurnar niður og síggja myndir frá tiltakinum. Tróndur Fuglø var myndamaður á Tórskvøld 2019.

Framløgur – Tórskvøld (Aalborg 2019)
Download

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1